Kreppustøða í Vestmanna

Av trimum teimum fyrstu dystunum, hevur VÍF tapt tveir, og tað eru sigursvandu hondbóltsmenninir als ikki vanir við

Hondbóltur
Jákup Mørk

Hondbóltshýrurin í Vestmanna er ikki tann besti í hesum døgum. Í øllum førum ikki á mannfólkasíðuni, har besta liðið hevur fingið ringastu byrjanina í mannaminni upp á kappingarárið.
Seinasta vikuskiftið fekk VÍF ein ordans bakkaláara, tá Neistin tók alt í Vestmanna, og aftur sunnudagin lógu teir undir, tá meistararnir úr StÍF tóku ímóti.

Og einki er at siga til, at tað vóru strandingarnir, sum tóku stigini hesaferð. Tó at tað gekk javnt á størsta partin av dystinum, so var heimaliðið alla tíðina eitt vet frammanfyri. Serliga í verjupartinum gekst væl hjá heimaliðnum, sum alla tíðina hevði eitt sera gott tak á stóru skjúttunum hjá VÍF.
Og tó at álopsspælið enn ikki hevur fingið gullerðina á, so fer tað nú at benda tann vegin, sum vit so ofta hava sæð strandingar spælt. Serliga varð hetta sjónligt, tá VÍF valdi at fara út í mansverju av Sveini Justinussen. Hetta fekk sjálvsagt tikið størstu skothóttanina hjá StÍF úr spælinum, men hinvegin gav hetta restina av liðnum hjá StÍF betri pláss, og tað dugdu fótfimu menninir at gagnnýta. Serliga í økinum frá bakki til vongspælara megnaðu teir at smoyggja sær ímillum, og í nógvum førum spurdust brotskøst burturúr. Brotskøst, sum Alexandur Johansen fyri tað mesta tók sær av, og her var hann ósvikaliga tryggur. Ikki færri enn átta ferðir royndi hann seg av sjey-metra strikuni, og hvørja ferð varð úrslitið hitt sama. Ein kassi afturat til strandingarnar, og so fekk VÍF ikki gjørt stórt annað enn at gera eina høpisleysa roynd at fanga meistararnar aftur.

Sum vera man, so var lagið gott á Strondum eftir dystin, men tað er synd at siga, at støðan er hin sama í Vestmanna. Talan er um vánaligastu byrjanina upp á árið í nógv ár, og tá vit fingu orðið á ein av leikarunum, Sámal Joensen, duldi hann ikki fyri, at hetta var ein lítið hugalig støða.
- Fyri at siga tað pent, so er hetta nakað lort. Lagið er í botni eftir seinastu avrikini, og tað ringasta er kanska, at vit eisini hava spælt somikið illa. Móti Neistanum var trupulleikin kanska, at vit brendu ov nógv, men hesa ferð komu vit næstan ikki til møguleikar, og í nógvum førum vóru skotini heldur ikki nóg góð. Og at vit bara fáa 19 mál í einum dysti sigur eisini nakað um, hvussu illa álopsspælið hevur riggað, heldur Sámal.
- Vanliga plagar tað jú at vera so, at vit leggja bragdliga fyri í hondbóltsárinum, og í ár hava vit eisini verið á venjingarlegu undan kappingini. Tað er í øllum førum nakað, sum plagar at geva eitt gott skump til fyrstu dystirnar, men tað hevur tað so ikki gjørt hesferð, heldur hann.
- Tað hevur verið ført fram, at ein av orsøkunum hjá VÍF til tungu gongdina er, at Áki Olsen enn ikki er tøkur, men so einfalt vil Sámal ikki gera tað til.
- Tað kunnu vit ikki nýta til nakað. Áki var eisini darvaður av skaða tað nógva av árinum í fjør, so tann umberingin heldur ikki ordiliga.
Og sambært stóra skjúttanum, so er heldur ikki nøkur einføld uppskrift til at fáa spælið í rættlag aftur.
- Nú hava vit so tíggju dagar frí frá heimligu landskappingini, og tað kann so kanska koma væl við. Enn er talan kanska ikki um nakra veruliga kreppu, men tað er einki at siga til, at lagið er í botni. Einasta troystin í so máta er kanska tann, at talan í veruleikanum bert um tvey ? og ikki fýra ? stig, sum eru mist. Og so kunnu vit taka eitt stórt fet rætta vegin, tá vit aftrur skulu í eldin. Tá kemur Kyndil á vitjan, og vinna vit har, so eru vit við aftur, sigur hann.
Og at enda, so tykist Sámal eisini hava eina lítla hóttan til mótstøðuliðini, og kanska eisini eina troyst til viðhaldsfólkini.
- Vit kunnu so bara troysta okkum við, at hóast vit hava spælt út av lagi vánaligt, so hevur talan verið um teprar ósigrar. Megna vit at lyfta okkum eitt lítið sindur, so fer tað kanska at venda. Eitt er víst. Verri enn tað sama verður tað so ikki.

Dysturin í tølum
StÍF-VÍF 23-19 (13-9)
Málskjúttar
StÍF: Alexandur Johansen 10(8), Mihai Marinescu 4, Sveinur Justinussen 3(1), Andre F. Danielsen 3, Artur Johansen 1, Sverri Justinussen 1, Mortan Hansen 1
VÍF: Sámal Joensen 6(2), Ingi Olsen 5(2), Harald Bjørgvin 2, Johnny Joensen 2, John Zachariasen 1, Agnar Joensen 1, Daniel Rápa 1, Áki G. Olsen 1
Brotskøst: StÍF 12, VÍF 5
Útvísingar: StÍF 5, VÍF 6
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen?