FLOKSTING
Tá Tjóðveldi helt floksting í Haraldssundi seinasta vikuskifti, hevði flokkurin bjóðað tveimum gestum at halda røðu.
Annar var Rói Patursson, ið er kendur sum skald og háskúlastjóri. Hin var íslendski fíggjarmálaráðharrin, Steingrímur J. Sigfusson.
Steingrímur greiddi frá, at hóast Íslendingar við stórum meiriluta gjørdu av at loysa frá Danmark í 1944 og skipa landið sum lýðveldi, fór Danmark ikki av landakortinum í teirra eygum fyri tann skuld.
- Danmark var har kortini, legði hann aftrat.
Vinna á Danmark
Hann segði, at Danmark í tíðini eftir loysingina var ein týdningarmikil handilspartur hjá Íslandi, men sum tíðin leið, gjørdust onnur norðurlond ein alsamt størri partur av handilsliga samstarvinum.
Íslendski fíggjarmálaráðharrin var stundum álvarsamur, men hann skemtaði eisini. Hann var ikki komin langt í síni røðu, tá hann tók soleiðis til:
- Er tað nakað, sum íslendingar vilja, so er tað at vinna á Danmark í hondbólti, segði hann og brosaði.
Steingrímur J. Sigfusson segði, at tá ræður um frændalond, helt hann, at Føroyar eru á fyrsta plássi millum íslendingar. Síðan koma hini norðurlondini, men hann legði samstundis stóran dent á, at Póland hevði verið tað landið, sum virkuliga hevði víst seg frá síni góðu síðu, nú Ísland kom í stóra búskaparliga kreppu.
Hann segði, at Ísland hevði fingið stórt valutalán úr Pólandi, sum hann rópti tað – uttan nakrar treytir.
- Tað er í krepputíðum, at tú sært, hvørjir rættu vinir tínir eru, legði hann aftrat.
Saman í útnorði
Steingrímur J. Sigfusson helt annars, at tey sambond í útnorði, sum Ísland hevur, í dag hava størri týdning enn nakrantíð áður, og í hesum sambandi kom hann eisini inn á arktisku økini, sum londini varða av.
- Tað hevur stóran týdning, at Føroyar, Ísland og Grønland samstarva, tí eingin ivi er um, at Norðuratlantshavið í framtíðini kemur at hava ein ógvuliga týðandi leiklut – ikki minst, tá ræður um tilfeingi.
Íslendski fíggjarmálaráðharrin, ið vísti seg at skilja rímiliga væl føroyskt, helt fyri, at tá tað ræður um frælsi og tjóðskap, hevði hann einki at leggja aftrat tí, sum Rói Patursson longu hevði sagt.
Hann tóktist hugtikin av framløguni hjá Róa.
Úr fátækradømi
Íslendski fíggjarmálaráðharrin tosaði eisini um ta búskaparligu endurreisn, sum Ísland – og kanska eisini Føroyar – noyddust og noyðast ígjøgnum, nú londini rendu seg í svára kreppu.
Hann samanbar tó ikki støðuna hjá Íslandi við búskaparligu kreppuna í Føroyum, men vísti á, at hjá flestu londum í Evropa gekk væl at koma burtur úr fátækradøminum, sum var í gomlum døgum.
- Vit gjørdust millum heimsins ríkastu lond, men tá ein tjóð er komin til ríkidømi, krevur tað styrki at umsita hetta.
Hugburðurin sveik
Steingrímur J. Sigfusson setti eisini spurningin, hví tað gekk so galið hjá Íslandi.
- Hetta hava vit tosað nógv um í Íslandi. Hvør var tað, sum sveik? Eg haldi, at tað í fyrsta lagi var politikkurin sjálvur sum veik. Hugburðurin gjørdist skeivur, og neonkapitalisman gjørdist ómoralsk - og kanska gjørdust sjálvar umstøðurnar okkara størsti fíggindi.
Fíggjarmálaráðharrin helt eisini, at tað vóru akademikarar sum komu við teorium, ið ikki vístu seg at halda.
- Bankarnir sviku, og fíggjareftirlitið sveik. Øll, sum vóru ókritisk, sviku, eisini fjølmiðlarnir, segði Steingrímur J. Sigfusson.
Hann legði aftrat, at Altingið setti niður ein granskingarbólk at gera sínar metingar av tí, sum hendi, bæði politiskt, vinnuliga og moralskt.
- Eg haldi, at tað hevði verið áhugavert hjá føroyingum at hoyrt ein fyrilestur um tað, sum bólkurin kom eftir, og eg haldi, at ein slíkur fyrilestur kundi havt stóran áhuga, um hann eitt nú varð hildin í Norðurlandahúsinum í Føroyum, segði hann.
Hetta segði fíggjarmálaráðharrin, tí hann helt, at tað eru nøkur viðurskifti í Íslandi og Føroyum – í nýggjari tíð - sum líkjast, tá ræður um búskaparligu kreppuna, tó at kreppan í Íslandi er av eini heilt aðrari stødd enn í Føroyum.
- At bankasektorurin í Íslandi gjørdist 10 ferðir so stórur sum landsins búskapur, gjørdist okkara bági, legði Steingrímur J. Sigfusson aftrat.
Ábyrgdarkenslan
Hann vísti á, at nú hálvt triðja ár er liðið, síðan Íslandi rendi seg í búskaparliga ódnarveðrið, hevur landið framvegis stórar trupulleikar at dragast við.
- Tað eru bara vit sjálvi, sum kunnu loysa hesar trupulleikar, og tað eru bara vit, sum ikki kunnu gera tað. Hetta snýr seg um ábyrgd, og tað eigur ongantíð at vera trupult at gera tað, sum tú heldur vera rætt og neyðugt. Gera vit ikki tingini nú, hava vit onga sosiala vælferð um fimm ár, segði hann.
Steingrímur J. Sigfusson segði, at hansara uppgáva eisini er at ansa eftir vælferðini – og at tryggja framtíðina hjá íslendsku tjóðini.
Steingrímur J. Sigfusson vísti eisini á tað havríkidømi, sum londini í útnorði sita á.
- Her er nógv tilfeingi – ikki bara til okkum sjálvi, men eisini til onnur. Vit hava so nógv av tí, sum øðrum vantar úti í heimi. Eg haldi, at londini í útnorði hava eitt gott grundarlag at byggja sína tilveru á, legði hann aftrat.
Hann helt, at londini skulu trúgva upp á framtíðina, tó at brotasjógvar hava verið yvir okkum seinastu árini.
- Samfelagið skal ikki stagnera ov leingi. Tað krevst, at teir flokkar, sum trúgva upp á framtíðina, halda saman og samstarva. Eg ynski Tjóðveldi blíðan byr og stórar sigrar á komandi valum, og eg trúgvi, at Føroyar hava brúk fyri hesum.
Fleiri í skúla
Tá íslendski fíggjarmálaráðharrin varð liðugur við sína framløgu, vórðu spurningar settir honum.
Fólk, sum umboðaðu Unga Tjóðveldi á flokstinginum, vildu eitt nú vita, hvussu kreppan hevur gingið útyvir viðurskiftini hjá ungdóminum.
Steingrímur J. Sigfusson segði, at arbeiðsloysið í Íslandi gjørdist søguliga høgt, tá landið rendi seg í hesa sváru kreppu.
- Arbeiðsloysi av hesi støddini gjørdist eitt óvanligt fyribrigdi hjá okkum, sum vit ikki hava upplivað í nýggjari tíð.
Hann segði, at til tess, at ungdómur ikki skal ganga arbeiðsleysur og keða seg, hava tey gjørt tað møguligt at lata tey, sum ikki hava høvi at arbeiða, sleppa at ganga í skúla í staðin.
- Tað ringast, sum kann henda fyri ungdómin, er, at hann steðgar upp. Her eru kanska serliga tey í vandabólki, sum búgva heima og ikki nýtast at gera nakað fyri at fáa dagin at hanga saman, segði Steingrímur J. Sigfusson, íslendskur fíggjarmálaráðharri.