Kreton fer at asfaltera á Tvøroyri

Høvið verður eisini hjá privatum og fyritøkum í kommununi at fáa asfalt lagt á.

Tvøroyrar kommuna hevur gjørt avtalu við Kreton um at asfaltera kommunalar vegir, parkeringsøkir, gøtur og annað, sum kommunan varðar av. 

Kreton fer at asfaltera kring um á Tvøroyri tær næstu vikurnar, og tá verður eisini møguligt hjá privatum og vinnulívinum at fáa asfalt lagt á.

- Í slíkum føri fer Kreton at meta um arbeiðini og upplýsa kostnaðin, og síðan sendir fyritøkan faktura beinleiðis til tann, sum bíleggur uppgávuna.

Tað vita tey at siga á teknisku deild hjá Tvøroyrar kommunu í dag.