Tað er yvirhøvur vorðið dýrari at liva í teimum suðurevropeisku londunum, síðani evran bleiv felags gjaldoyra, og nú kæra fólk seg um, at bensinið er vorðið alt ov dýrt.
Serliga í Fraklandi og Italia eru fólk misnøgd við tann høga bensinprísin, og fyrradagin lovaði franski forsætisráðharrin, Dominique de Villepin, at fólk, sum hava trupulleikar av tí dýra bensininum, skulu fáa hjálp frá tí almenna. Fronsku bileigararnir hava boðað frá, at teir ætla sær at steingja fleiri av teimum týðandi vegunum, gera politikararnir ikki okkurt fyri at fáa bensinprísin niður.
Tað er ikki bara tann høgi oljuprísurin á heimsmarknaðinum, sum ger, at bensinið er so dýrt í Fraklandi. Síðani 2001 hevur franska stjórnin lagt avgjald á bensin og dieselolju, og í dag eru avgjøldini ávikavist 74 og 67 prosent. Tað er alt ov nógv, nú oljan er vorðin so dýr, siga teir flestu politikararnir, sum tí vilja hava stjórnina at broyta skipanina, so avgjaldið lagar seg eftir oljuprísinum á heimsmarknaðinum. Var tann skipanin galdandi nú, hevði avgjaldið verið lítið, tí oljan er so dýr.