NÓLSOYARSKIP
Leo Poulsen
Tað er ein sannroynd, at nólsoyingar eru vónbrotnir um, at arbeiðið við nýggjum nólsoyarskipi er steðgað upp. Tað hevur nú fingið staðbundnu nevndina í Nólsoy við borgarstjóranum sum føddum formanni, at taka til pennin.
Í skrivi, stílað til Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í samferðslumálum, verður víst á tað arbeiði, sum undanfarna samgonga setti í gongd, og eftir teirri tíðarætlanini skuldi útbjóðingartilfarið verið klárt um ársskiftið 2007/2008. Somuleiðis segði tíðarætlanin, at nýtt skip skuldi verið klárt at sett í sigling um miðan ella seinnapartin av 2009.
- Men nú er komið fram, at eingir pengar eru settir av til eitt nýtt skip í 2008, og tað kunnu vit ikki góðtaka, sigur Heðin Mortensen, sum vegna kommununa og staðbundnu Nólsoyarnevndina hevur sent bræv til Helenu Dam á Neystabø, har hann heitir á landsstýriskvinnuna um at bera so í bandi, at nýtt skip kann setast inn í siglingina til Nólsoyar í 2009, so sum upprunaliga ætlað.
Hann vísir í brævinum á, at Ritan ikki er nútíðar hóskandi, og at tað kemur fyri, at ógongd fólk mugu hivast umborð og í land við krananum, og tað er óvirðiligt fyri fólk og átti at verið óvirðiligt fyri løgting og landsstýri eisini.
- Alt forarbeiðið er gjørt. Skitsuprojekt er gjørt, og tí vilja vit gera vart við, at hetta ber ikki til. Samstundis sum landsstýrið tosar um Nólsoy sum ein oyggj, har dentur verður lagdur á ferðavinnu, hava vit eitt skip, sum als ikki er tíðarhóskandi, sigur Heðin Mortensen.
Í langdrag
Borgarstjórin vísir á, at alt, sum skal flytast til Nólsoyar, má berast og dragsast. Alt má hivast og handast umborð og í land.
- Tað ber ikki til í dag, at ein bilur ikki kann koyra umborð og í land við tí tilfari, sum nú einaferð skal flytast til og av oynni, sigur Heðin Mortensen.
Hann fílist serliga á, at einasta stað, har illa gongd fólk kunnu vera umborð á Rituni, er eitt sjúkrahøli.
Men hesi fólk eru jú ikki sjúk. Tað er ómøguligt hjá fólki í koyristóli at koma niður í salongina, tí har eru vinkultrappur sum tú skal niður ígjøgnum. So tað er ikki hugsingur um at sleppa niður, um tú ikki ert fullførur, sigur Heðin Mortensen.
»Einir 40-50 nólsoyingar ferðast hvønn dag um fjørðin, og er hetta teirra farleið inn á meginlandið. Ein góð farleið við nútímans skipi hevði stuðlað undir, at fólk verða búgvandi í Nólsoy, og at tey ungu velja at búseta seg í Nólsoy«, skrivar Heðin Mortensen millum annað í brævinum til Helenu Dam á Neystabø.
Undanfarna landsstýri hevði fund úti í Nólsoy, har greitt varð frá gongdini í málinum. Eitt nú var skitsuprojekt lagt fram við skitsu av ætlaða skipinum, men nú er alt slept og málið púra steðgað upp.
At enda í brævinum sigur Heðin Mortensen:
»Staðbundna nevndin í Nólsoy heitir á landsstýrið um at bera skjótt at soleiðis, at nýtt skip verður sett inn á Nólsoyarfarleiðina í 2009«.
Hvat so víðari hendir í málinum, má bert tíðin vísa.
- Eg vildi sæð tann tinglim, sum var hivaður umborð á eina ferju. Tað er lítið virðiligt og ikki at bjóða fólki í dag, sigur Heðin Mortensen