Krevja opinleika kring alla lóggávu

Politikarar renna ørindi fyri fremmandar kapitalististar

  Støðan í dag, har politikarar renna ørindi fyri og avreiða landsins ognir til fremmand kapitalistisk áhuamál er óvirðilig, heldur Tjóðveldi, sum um vikuskiftið hevur viðgjørt politisku støðuna og sent út hesa fráboða

 

Aðalstjórn Tjóðveldis hevur á fundi um vikuskiftið viðgjørt politisku støðuna, sum er bæði margháttlig og ótespilig. Aðalstjórnin stuðlar dyggiliga tiltøkum, sum hava til frama at styrkja fólkaræði og at virða opinleikan í samfelagnum.

 

Ongantíð fyrr eru virði floksins, sum orðað vóru í 46, at Einki útlendskt vald eigur nakran rætt til ræði og ognir í landinum so viðkomandi, sum nú. Fremsta mál var og er framvegis, at Føroyar verða loystar úr øllum útlendskum bondum, soleiðis sum føroyska tjóðin avgjørdi á fólkaatkvøðuni 14. september 1946.

 

Heldur ikki eigur nakar einstaklingur ella nøkur serstøk statt frammíhjárætt til vald landsins og ognir. Føroyingar allir eiga somu samfelagsrættindi og hava somu samfelagsskyldir.

 

Tjóðveldi vil í dag eins og í 46, at Politiska lív landsins verður grundaðá satt fólkaræði. Valdið er fólksins, og teir, sum røkja størv í umboði fólksins, skulu íøllum lutum standa fólkinum til svars fyri gerðir sínar í hesum størvum. Tað verður at menna fólkið og vekja ans tess og áhuga fyri landsviðurskiftum og landsmálum.

 

Ásannandi at støðan er óvirðilig í dag, har politikarar renna ørindi fyri og avreiða landsins ognir til fremmand kapitalistisk áhugamál, heitir Aðalstjórnin á politisku leiðslu landsins um at virða og virka fyri hesum landi og ognum tess. Vit krevja opinleika kring alla lóggávu landsins, og at serkunnleiki og demokratisk virði verða vird íøllum arbeiði.

 

Aðalstjórn Tjóðveldis

Óluva Klettskarð, aðalstjórnarforkvinna