Krevja sømilig klæðir

Myndugleikarnir í Serbia fýlast á, at alt ov mong fólk í almennum starvi fara ov lætt um, hvussu tey umboða tað arbeiðið, tey hava. Tí hava myndugleikarnir nú givið øllum almennum starvsfólkum boð um, at tey skulu lata seg sømiliga í, áðrenn tey fara til arbeiðsis. Eitt nú verður sagt, at sum arbeiðsgevari kann tað almenna ikki góðtaka, at starvsfólk eru til arbeiðis í stuttum buksum. Í einum rundskrivi siga myndugleikarnir, at almenn starvsfólk handfara persónligar upplýsingar um borgararnar, og at hetta eru trúnaðarviðurskifti, sum skulu viðgerast og umsitast sømiliga. Umleið 250.000 serbar eru í almennum starvi.