NSÍ hevur keypt norskan miðverja

Hann hevur higartil spælt í triðbestu norsku deildini

NSÍ boðar í kvøld frá, at felagið í dag hevur skrivað undir sáttmála við nýggjan miðverja.

 

Talan er um 24 ára gamla norðmannin Henrik Hatlen Osen, sum hevur skrivað undir sáttmála, ið er galdandi fram til kappingarlok í ár.

 

Nýggi norski spælarin flytur frá Folio FK og til NSÍ. Folio FK er felag í triðbestu norsku deildini.

 

NSÍ hevur tríggjar útlendskar miðverjar á listanum, og felags fyri teir allar er, at teir hava verið skaðadarvaðir. Teir eru Lars Markmanrud úr Norra, Hassou Ndiaye úr Senegal og Kevin Jablinski úr Norra, sum ikki hevur verið á vøllinum síðani 17. apríl, og sum verður sagdur at vera so mikið illa skaddur, at tað er ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla aftur í ár.