Í gjárkvøldið vistu tey í Skopunar kommunu at siga, at vatnlekin, sum leitað hevur verið eftir, nú er funnin.
- Vatnlekin er funnin! Talan er um ein stóran leka á gomlu vatnleiðingini.
Samstundis, sum kommunan á sínum Facebook-vanga boðar frá, at lekin er funnin, verður heitt á børn um ikki at fara har, sum grivið er.
- Holið í vegnum er djúpt, og tað er fult í vatni, verður sagt.
Tískil verður heitt á foreldur og avvarðandi um at tosa við børnini, so tey ikki koma sær í óføri, har grevsturin er.
##med2##
Seint í gjárkvøldið boðaði kommunan frá, at tá gjørdist ikki meira, men at farið verður í holt við umvælingina í morgun.
Tískil boðar Skopunar kommuna frá, at stongt verður fyri vatninum nú klokkan 10 í morgun og so leingi, sum arbeiðið varar.
Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/royna-at-loysa-vatntrupulleikar-i-skopun