Úrslitaliga var talan um eina ynskibyrjan hjá EB/Streymi, tá teir komu aftur við trimum stigum úr Gøtu farna sunnudag. Men hóast tey eru fegin um útivallarsigurin í Sundalagnum, so hava tey lagt dystin aftur um bak og síggja nú fram ímóti ársins fyrstu landskappingardystum á nýggja heimavøllinum í Streymnesi.
Ársins útgáva av landskappingini er byrjað harðliga. Sunnudagin vórðu fyrstu dystirnir spældir, hósdagin næsti og mánadagin triði. Tríggjar dystir innan átta dagar er krevjandi og møðsamt, og tí vandi felagsliðið ikki í gjár. Teir hildu frí og løddu battaríini, soleiðis at teir fáa hála tveir sigrar heim um páskirnar.
Seks stig er kravið burtur úr dystunum móti Skála og AB, og tað átti ikki at verið nøkur ómøgulig uppgáva hjá EB/Streymi, sum hevur heimavøll báðar dystirnar. Eydnast hetta, er felagsliðið veruliga komið gott frá ársbyrjan.
Til uppgávuna hevur EB/Streymur allar mans tøkar. Einasta undantakið er ársins stjørnuskot í fjør, Arnbjørn Hansen, sum breyt eitt bein í fótinum í dystinum móti B71.
Eydnast tað at vinna hesar báðar dystirnar, so er EB/Streymur bert ein dyst frá at hava fingið somu byrjan sum í fjør, tá teir vunnu fýra dystir á rað, áðrenn teir vóru koppaðir.
EB/Streymur og GÍ møttu hvørjum øðrum tríggjar ferðir í fjør. Felagsliðið úr Sundalagnum vann teir báðar fyrstu, og GÍ vann tann síðsta.