Krevja somu sømdir frá Edmund og John

? Heldur henda gongdin fram, verður skjótt, at heldur ikki vit klára okkum. Kósavirkið og Gøtu Fiskavirkið krevja somu sømdir frá løgmanni og fiskimálaharranum, sum Fiskavirking og Fiskasølan fáa

? Fortreytirnar mugu vera tær somu. Sum nú er, er kappingarjavnvágin farin av lagi, og heldur hetta fram, verður tað skjótt, at vit ikki klára tað longur.

Kósavirkið í Klaksvík og Gøtu Fiskavirkið fýlast á, at tey ikki fáa somu sømdir frá tí almenna, sum Fiskavirking og Fiskasølan fáa.

Stjórin á Kósini, Johan Páll Joensen, og stjórin á fiskavirkinum í Gøtu, Oddfríður Gregersen heittu tí í gjár báði á løgmann og fiskimálaráðharran um at geva allari fiskivinnuni somu treytir at virka undir.

Tað er penganeyðin hjá Framtaksgrunninum, og ætlanin at umskipa eitt sindur av lánunum til til eginpening, so at hann lýkur krøvini, sum hava fingið teir báðar vinnulívsmenninar at tala at og biðja um somu sømdir, sum høvuðsfyritøkurnar hjá Framtaksgrunninum, Fiskavirking og Fiskasølan, hava fingið.

Teir siga tað nú eru fýra ár síðani, at tey 22 flakavirkini í Føroyum vórðu samskipað í Føroya Fiskavirking við heilt fáum undantøkum.

? Síðani tá hava vit, sum eru í fiskivinnuni á privatbúskaparligum grundarlagi, roynt at klára okkum sum frægast. Ein stórur bati var tað, at Fiskamarknaður Føroya varð stovnaður, tí tá blivu fortreytirnar fyri vanligum marknaðarbúskapi betur.

Men síðani 1993 hevur Fiskavirking verið ein høvuðstrupulleiki í fiskivinnuni.

Teir báðir stjórarnir siga, at trupulleikin er ikki Fiskavirking sum so Men tað er skipanin við almennum og hálvalmennum pengum í Fiskavirking, sum órógva viðurskiftini og hevur gjørt, at kappingin er ikki á jøvnum føti.

Síðani tá er Fiskavirking sanerað tvær ferðir.

? Avleiðingin er, at lániskyldurnar hjá Fiskavirking er næstan ongar og rentuútreiðslurnar heldur ongar.

? Seinast, Fiskavirking varð sanerað, arbeiddi tað leingi í gjaldssteðgi og hevði tí bara vanliga raksturin at hugsa um.

Alt hetta hevur skert møguleikarnar hjá okkum uttanfyri munandi at kappast, tí vit hava framvegis stórar lániskyldur at svara.

Samstundis hevur Framtaksgrunnurin eisini bjargað Fiskasøluni.

? Tí má tað viðgangast, at tey størstu feløgini verða stýrd politiskt.

Dagliga sæst hetta ikki so væl, men hvørja ferð ástendur, er politiska maktin til reiðar við saneringum og nýggjum kapitali, sum javnað hallið.

Teir báðir vinnulívsmenninir siga, at higartil hava teir klára seg so dánt.

? Men so ójøvn, kappingin nú er, koma vit skjótt í tað støðu, at vit klára okkum iiki longur. Serliga ikki um henda gongdin heldur fram, at Fiskavirking og -sølan bara kunnu skrivað hallið uppá onnur hvørja ferð.

Teir báðir frykta fyri at støðan fer at versna, nú virkini koma undir stórar útreiðslur til heilsufrøðilig- og umhvørviskrøv.

?Betalir Framtaksgrunnurin hesar útreiðslur fyri Fiskavirking átti hann eisini at gjørt tað fyri hini virkini, siga Johan Páll Joensen og Oddfríður Gregersen.

? Fortreytirnar mugu vera tær somu, leggja teir afturat.

Tí heita teir á løgmann og fiskimálaráðharran um at bera so í bandi, at fiskiídnaðurin í Føroyum sær allur somu sømdir, so at tey, sum hava hug, evni , og møguleika annars, sleppa at virka í vinnuni, til frama fyri tey sjálvi og samfelagið.