Tað eru ikki bara føroyingar, sum halda seg hava krav upp á størri landgrunnaøki norðanfyri Um somu tíð sum føroyskir myndugleikar lótu ST skjøl, sum skuldu styðja tað føroyska kravið, gjørdi íslendska stjórnin tað sama.
Eins opg føroyingar halda íslendingar seg hava rætt til eitt øki í Ægisdýpi, sum íslendingar rópa leiðina norðanfyri.
Í 2006 samdust íslendingar, norðmenn og danir Føroya vegna at býta ta umstríddu leiðina norðanfyri sínamillum, og nú skulu londini so siga, hvørjar partar av leiðini tey halda seg hava rætt til.
Umframt leiðina norðanfyri vilja íslendingar hava part av Hatton-Rockall eins og føroyingar, og harafturat vilja teir hava eitt stórt øki á Reykjanesrygginum.