Krevur eina millión í endurgjald

Ein ungur maður varð í Føroya rætti í dag dømdur 50 dagar fongsul fyri grovan og vitleysan harðskap móti tveimum tilvildarligum persónum í náttarlívinum, ið endaði við, at ein ung kvinna fekk varandi mein í høgra eyga.


Dómarin metti, at ákærdi hevði rakt ungu kvinnuna, tá hann sló eftir unga manninum, ið hon fylgdist við. Eitt slag, ið gjørdi at kvinnan í dag hevur eina niðursetta sjón á 20 prosent í høgra eyga.


Dómarin í Føroya rætti tók ikki eina støðu til eitt møguligt endurgjald til kvinnuna, men Peter Even Djurhuus, sakførari hjá kvinnuni, upplýsir fyri in.fo, at nú dómurin hevur staðfest, at kvinnan varð rakt av einum slagi frá ákærda, so verður málið roynt sum eitt borgarligt mál.


Greitt er longu, at talan verður um eina stóra upphædd, ið unga kvinnan saksøkir ákærdi fyri. Í úrskurðinum hjá dómaranum verður nevniliga upplýst, at endurgjaldskravið er á 968.969 krónur.