Spurningurin um at hækka prísin á streymi 15 oyru fyri hvønn kilowatt tíma, skal nú standa sína roynd í Tórshavnar Býráði.
Marin Katrina Frýdal, býráðslimur í Havn, krevur nevniliga, at málið verður lagt fyri alt býráðið til viðgerðar.
Hon er ikki bara býráðslimur, tí hon er eisini nevndarlimur í Sev, har eitt samt býráð hevur valt hana.
Og sum nevndarlimur í Sev hevur hon tikið fult undir við uppskotinum um at hækka prísin á streymi 15 oyru fyri hvønn kilowatt tíma.
Men hetta vann ikki frama á eykaaðalfundinum í Sev í farnu viku, ikki minst tí at hennara egni borgarstjóri, Heðin Mortensen, við sínum 20 atkvøðum í skjáttuni, so staðiliga mælti frá at samtykkja tað, men heldur vildi hava Sev at endurskoða fíggjarætlanina.
Hann helt, at tað var seint at koma við hesum nú, tí kommunurnar hava lagt sínar fíggjarætlanir.
Men grundgevingarnar eru eisini, at í tíðum sum hesum, eigur Sev at halda akkurát, sum øll hini og at tað er ov grefligt at hækka prísin so nógv í einum.
Fyri býráðið
Marin Katrina Frýdal stendur framvegis fast við, at Sev hevur bara ein møguleika og tað er at hækka prísin á streymi.
Tí hevur hon nú biðið um, at málið verður lagt fyri Tórshavnar Býráð, so at allir býráðslimir fáa høvi til at viðgerða spurningin og at taka støðu til málið.
Marin Katrina Frýdal vísir á, at spurningurin um at hækka prísin hevur ongantíð verið til viðgerðar í býráðnum og tí heldur hon, at allir býráðslimir eiga at fáa høvi til at siga sína hugsan.
Annars fer leiðslan í Sev at hava kunnandi fund við býráðið um støðuna og um avleiðingarnar av, at Sev ikki sleppur at hækka prísirnar.
Sum vit greiddu frá í blaðnum mikudagin, hevur Sev aftur eykaaðalfund 21. desember, har felagsskapurin enn einaferð fara at royna at fáa undirtøku fyri at hækka prísin.
Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Heðini Mortensen til blaðið í dag.