Sosialurin, Keypmannahavn:
Vit kenna hann øll sum bókmentafrøðingin, ið skrivar krimi-skaldsøgur, og nú er Jógvan Isaksen aftur klárur við einari av sínum eyðkendu bókum við Hannisi í høvuðsleiklutinum. Hóast Jógvan Isaksen frá byrjan av ikki hevði ætlanir um at gera eina heila krimi-røð, hevur hann nú skrivað fýra krimi-skaldsøgur, og tann fimta er longu á veg.
- Tað er faktiskt av tilvild, at eg nú havi skrivað eina heila røð av krimi-bókum. Eg hevði upprunaliga ongar ætlanir um, at tað skuldi blíva til nakað seriøst, men áðrenn eg visti av, hevði eg skrivað næstan 300 síður av tí, sum seinni bleiv til Blíð er summarnátt á Føroyalandi, sigur Jógvan Isaksen.
- Trupulleikin var, at eg ongantíð visti, um tað kundi brúkast til nakað, tí tað er ofta ringt at meta um sítt egna tilfar. Eg hevði onga fatan av, um hetta var nakað, sum kundi gevast út. Eg sendi tað so til pápa mín, sum er lesandi bilmekanikari, og bað hann geva mær sína meting av verkinum. Honum dámdi tað væl, og tí gjørdi eg av at geva tað út í bók, sigur Jógvan um byrjanina til krimi-røðina hjá sær.
Sosialurin hevur fangað Jógvan Isaksen á arbeiðsplássinum á tí humantiska fakultetinum úti á Amager í Keypmannahavn til eitt prát um nýggjastu útgávuna. Jógvan er júst liðugur at undirvísa einum flokki í føroyskum, tá vit pikkað uppá dyrnar í tí lítla kontórinum, ið er fult við bókum frá gólvi til loft. Ílatin eina mótarætta ljósareyða polo-skjúrtu bjóðar hann mær innar.
Tempulriddar
Nýggjasta krimi-søgan hjá Jógvani Isaksen ber heitið “Adventi Domini” og byrjar rættiliga dramatiskt, tá eitt umboð fyri tann katólska Maltesara-ordanin kemur til Føroyar og vil hava Hannis Martinsson at gera sær eina tænastu. Áðrenn hann hevur fortalt Hannisi síni ørindi, hevur hann tó bókstaviliga tosað mist høvdið – og so byrjar missiónin hjá Hannisi at finna fram til sannleikan í málinum.
Og lesarin skal brynja seg til ta heilt stóru samansvørjingina, tí hóast søgugongdin mest fer fram í dagsins Føroyum, hevur hon træðrir heilt aftur til Miðøldina og krossfarar á Rhodos, ið stríddust við muslimar um tann heilaga staðin Jerusalem.
Jógvan greiðir í hesum sambandi frá um Tausen-ættina í Føroyum, sum gav honum hugskotið til hesa bókina. Hans Tausen var ein teirra, ið stóð á odda fyri reformatiónini í 1500-talinum í Danmark, og hann varð eisini nevndur tann danski Luther. Danski søgufrøðingurin Erik Kjærsgaard (pápi kenda sjónvarpsvertin á DR, Clement Kjærsgaard) hevur granskað nógv í søguni hjá krossriddarunum og hann er komin fram til, at Hans Tausen, ið upprunaliga varð knýttur at Johanittunum í Danmark, áðrenn hann tók við læruni hjá Luther, luttók í krossferðunum og stríddist millum annað ímóti muslimum á Rhodos. Eftirkomarar hjá Hans Tausen komu umvegis Noreg til Føroyar, og soleiðis kom Tausen-navnið til landið.
- Hetta er eitt gamalt hugskot, og eg havi altíð havt ein dreym um at brúka hetta serstaka ættarbandið í einari av mínum krimi-søgum. Eg royni at skapa ein realistiskan karm og dramatiseri síðani søgugongdina við at fløkja mínar egnu forteljingar uppí. Í hesi søguni blandi eg fakta og fiktión saman, og eg havi gjørt eitt rættiliga umfatandi søguligt kanningararbeiði til hesa bókina, sigur Jógvan Isaksen.
Endamálið er undirhald
Fleiri krimisøgur hava eitt týðuligt samfelagskritiskt element, men hetta hevur ikki verið serliga eyðsýnt í bókunum hjá Jógvani Isaksen.
- Fyrsta krimi-bókin var eitt spæl, og tað er hendan eisini. Eg royni at fortelja eina góða og spennandi søgu, tí at tað er stuttligt at fáast við. Eg havi onga aðra yvirskipaða missión við hesum slagnum av skaldskapi, greiðir Jógvan frá.
Men hvat skal ein góð krimi-søga so hava at bjóða lesaranum
- Tað er rættiliga einfalt. Hon skal fanga lesaran onkursvegna, sigur Jógvan, og hann siterar rithøvundan Graham Green, sum segði, “never bore your reader”, og hetta hevur hann roynt at tikið til sín í sínari skriving: Keð ongantíð lesaran.
- Mín ambitión við hesum bókunum hevur verið at skriva undirhaldandi bøkur á løttum máli. Eg vildi skapa føroyskan litteratur, sum tú kundi leggja teg við á sofuni ein sunnudag seinnapart, tá tú vildi slappa av. Hetta slagið av bókmentum eksisteraði ikki á føroyskum máli, sigur Jógvan um sín egna skaldskap, og hann leggur afturat, at nógvar føroyskar bøkur eru rættiliga keðiligar at lesa, og tí gerst tað fyri ein stóran part pliktlesnaður ístaðinfyri ein spennandi uppliving.
Tá Jógvan setur seg niður at skriva eina krimi, hevur hann onga greiða ætlan í høvdinum. Hann hevur ikki eina vælútgreinaða dispositión um, hvussu søgugongdin skal hátta seg.
- Eg arbeiði rættiliga spontant og havi onga greiða ætlan um, hvussu søgan skal enda. Eg havi einki skema at arbeiða eftir, so eg veit ongantíð, hvussu søgan fer at útvikla seg. Nógv tann størsti parturin kemur til mín, so hvørt sum eg skrivi, sigur Jógvan um arbeiðsgongdina.
- Tað hevur hjálpt ómetaliga nógv, at internetið er komið. Tað er so ræðuliga nógv lættari at fáa fatur á informatión, sum kann brúkast í mínum arbeiði.
Lættur lesnaður
Jógvan Isaksen hevur altíð lagt seg eftir at brúka lætt gerandismál í sínum bókum, og hetta hevur óivað havt við sær, at hann er náddur út til ein breiðan skara av fólki við sínum bókmentum.
- Eg royni at brúka eitt so lætt mál sum gjørligt. Ein kvinna rósti mær fyri málið í míni fyrstu bók, tí at hetta var fyrstu ferð, at hon hevði lisið eina føroyska bók uttan allatíðina at hugsa um, at hon nú las á føroyskum. Málið er bara ein miðil til at fortelja eina góða søgu, sigur Jógvan Isaksen um málið í sínum bókum, og prátið okkara millum fer at snúgva seg um føroyskt mál.
- Til dømis hevur ein rithøvundur sum Carl Johan Jensen eina normativa missión við málinum í sínum skaldskapi. Hann hevur eina ætlan um at læra og uppdraga føroyingar at lesa og skriva føroyskt, men tað havi eg avgjørt ikki.
Og Jógvan Isaksen ber als ikki ótta fyri, at føroyskt stendur fyri einum hóttafalli.
- Tað føroyska málið broytist og mennist allatíðina, og tað er eingin grund at hála málið aftur til miðøldina, sum vit hava sæð ein tendens til í nógv ár. Vit skulu halda fram við at taka fremmandaorð inn í føroyskt, bara tey kunnu bendast og stavast og ikki útihýsa orðum, sum hava verið brúkt í fleiri mansaldrar, bara tí at tey eru komin úr donskum.
- Tað er bara í Føroyum, at fólk gremja seg um, at tey ikki duga føroyskt – sítt egna móðurmál! Orsøkin er, at ein undirlutakensla er blivin potað niður í fólk tey seinastu mongu árini. Alt, sum líkist donskum, er blivið forbjóðað, meðan alt íslendskt ókritiskt verður drigið inn í tað føroyska málið.
Føroyskar bókmentir
Sum bókmentafrøðingur við Københavns Universitet hevur Jógvan Isaksen granskað í føroyskum bókmentum, og hann hevur latið nógv tilfar um føroyska bókmentapallin úr hondum. Seinastu árini hevur nakað av kjaki verið um føroyskar bókmentir, og summi fýlast á, at ov nógv vánaligt verður givið út. Og hesum viðvíkjandi hevur Jógvan eina sera greiða meining.
- Tað kemur rættiliga nógv út á føroyskum máli í hesum døgum, og góðskan á útgávunum er rættiliga svingandi – nakað er gott, men nógv er eisini vánaligt. Tað eru fleiri, sum grenja um, at tað kemur for nógv vánaligt tilfar út á føroyskum, men tað er ongastaðni í verðini, at tað bara koma góðar bøkur út. Tí kunnu vit heldur ikki vænta, at tann føroyski bókaheimurin er stórt øðrvísi. Fleiri hava lyndi til at gloyma, at bókaútgáva eisini er business, og man kann ikki forbjóða fólki at geva bøkur út. So hatta sjónarmiðið er fullkomiliga burturvið – tað er tað reina svass fyri at siga tað bart út, sigur ein bersøgin Jógvan Isaksen.
Hóast Jógvan nú er í gongd við sína fimtu krimi, fer hann at skriva fleiri verk um føroyskan skaldskap í nærmastu framtíð. Hetta verður gjørt sum liður í hansara starvi á universitetinum í Keypmannahavn.
Ongantíð rutina at skriva krimibøkur
Hóast Jógvan er royndur í leikum, tá tað kemur til at skriva krimi-søgur, fer tað ongantíð at gerast eitt rutinu-kent arbeiði.
- Tað er altíð hart arbeiði at greiða eina slíka bók úr hondum. Tað er nógv strævnari enn at skriva fag-litteratur um føroyskar bókmentir, sigur Jógvan. Hann er longu farin undir fimtu bókina í røðini um Hannis Martinsson, men enn er óvist, nær hon kemur á gøtuna.
Prátið er at enda komið, og Jógvan skal skunda sær avstað. Hann býr til dagligt á Norðursælandi, har hann hevur ein bát, og hann siglir nógv í Oyrasundi, tá stundir eru til tess.
- Báturin hevur sertifikat at sigla runt kring jørðina, so kanska eg sigli ein túr til Føroyar onkran dagin, sigur Jógvan við einum smíli.