Tað eru úti við 3.000 føroysk húski, sum ikki gjalda kringvarpsgjald. Landsstýriskvinnan ynskir betri amboð at heinta hetta inn. Tað framgongur av innihaldinum framløguni, sum Helena Dam á Neystabø hevur gjørt sær, nú hon fer í gongd við arbeiðið at gera Public Service-sáttmála við Kringvarpið.
Ein partur av orðaskiftinum kring Kringvarpið og Public Service-sáttmálan hevur leingi verið, hvussu almenna Kringvarpið skal fíggjast.
Í sínum uppleggi staðfestir Helena Dam á Neystabø, at tað neyvan er undirtøka fyri at flyta kringvarpsgjaldið yvir á skattin, og meiriluti fæst neyvan heldur fyri, at kringvarpsgjaldið verður ásett fyri hvønn persónin.
Ístaðin verður víst á, at meðan tað eru á leið 17.000 húski í landinum, eru tað bert 14.100 húski sum gjalda kringvarpssgjald.
Tað ber við sær, at Kringvarpið missir á leið 8 milliónir í inntøku, og Helena Dam á Neystabø vil tí hava, at møguleikarnir at krevja hetta inn, verða betraðir. Partvíst við at fáa til vega nøktandi skráseting yvir føroysku húsarhaldini, og partvíst við at loyva Taks at panta persónar í húskinum, um Kringvarpsgjaldið ikki er goldið.