Rættindini hava annars verið í ongamannalandi seinastu trý árini, tó at partarnir alla tíðina hava virkað eftir gamla sáttmálanum.
Nú er nýggjur sáttmáli tó loksins gjørdur, og hesin inniheldur ikki nakað gjald fyri loyvi at senda. Hinvegin hevur Kringvarpið bundið seg at senda ávísar ítróttahendingar, uttan at stovnurin tekur gjald fyri hetta.
Sambært gamla sáttmálanum rindaði Kringvarpið 300.000 krónur um árið, men hinvegin vóru fleiri dømi um, at stovnurin ikki vildi senda beinleiðis, um partur av hesum ikki varð goldin av avvarðandi sersambandi. Dømi um hetta vóru hond- og flogbóltsfinalurnar.
Tó skal Kringvarpið gjalda 300.000 fyri tað, sum er sent í 2009, nú nýggi sáttmálin ikki er gjørdur, fyrr enn árið er mest sum liðugt.