Kringvarpsgjald, Samhaldsfasti og veiðigjald á svartkjaft

Løgtingið hevur úr at gera í hesum døgum, tí øll lógaruppskotini í sambandi við fíggjarløgtingslógina skulu fáast frá hondini – helst fyri jól, men í øllum førum fyri nýggjár, eins og sjálv løgtingsfíggjarlógin fyri 2016.

 

Tingfundur verður í morgun klokkan 10. Fyrsta mál á skránni verður uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald, sum kemur til 3. viðgerð. Tað snýr seg um, at freistin fyri at søkja um at fáa meirvirðisgjald endurgoldið av íløgum í almannagagnligt frítíðarvirksemi og bygging av leigubústøðum longd frá 31. desember 2015 til 31. desember 2019 8/2015.

 

Síðani er tað 2. viðgerð av málinum um Samhaldsfasta, um hækking av inngjaldi og útgjaldi 42/2015.

 

Efitr tað er tað 2. viðgerð av málinum um Kringvarpið, har ætlanin er at broyta kringvarpsgjadið og lata stuðul til privatar miðlar. Meira um tað málið kann lesast her:  26/2015

 

Síðsta málið á skránni í dag er uppskot til løgtingslóg um veiðigjald á svartkjaft í 2015 18/2015