Í gjár fekk Krista Mørkøre gleðiboðini um, at hon hevur vunnið sær luttøku á paralympisku leikunum í Rio í heyst. Paralympisku leikirnir verða hildnir frá 7. til 18. septembur, eftir olympisku leikirnar.
Krista Mørkøre hevur langt síðani tryggjað sær luttøku í evropisku meistaraskapskappingini, sum verður í Madeira frá 30. apríl til 7. mai, men bæði hon og ÍSB hava bíðað eftir eini endaligari váttan um, at hon eisini hevur svomið nóg skjótt til at sleppa við til Rio. Hendan váttanin kom so í gjár.
ÍSB var eitt av feløgunum, sum stovnaði IPC, altjóða paralympiska felagsskapin, og tí hava Føroyar altíð verið viðurkendar sum fullgóður limur í felagsskapinum. Krista Mørkøre sleppur tí at svimja undir Merkinum.
Í 2015 og 2016 hevur Krista Mørkøre fingið stuðul úr Úrvali, og hevur hetta, saman við stuðli frá m.a. ÍSB og privatum fyritøkum, verið viðvirkandi til, at hon hevur kunnað luttikið í neyðugu kappingunum og venjingarlegunum, ið skulu til fyri at sleppa at kappast millum tey fremstu í heiminum.
Krista Mørkøre fekk í 2007 ein svull í heilan, ið ger, at hon hevur lammilsi í høgru síðu av andlitinum og hevur ataxi (rørslur) í høgra armi og beini. Parasvimjarar verða kannaðir í umfatandi viðurkendari læknakanning hjá IPC, og klassifiseraðir í ymiskar klassar alt eftir, hvussu stóra ávirkan brek teirra hevur á motoriska førleikan at gera ítrótt teirra. Hetta verður gjørt fyri at tryggja rættvísa kapping.
Krista Mørkøre er klassifiserað í sterkastu bólkunum ávikavist í firvald, bringu, rygg og frísvimjing. Hetta merkir at hon svimur saman við teimum skótastu parasvimjarunum. Í Rio sleppur Krista at svimja 50m, 100m og 400m frísvimjing.