Kristel farin á flog

Nýggjur føroyski sangfuglurin, 14 ára gamla Kristel Lisberg, er nú at hoyra á nýggjari stakfløgu

Á útgávuni eru tveir sangir, men tað er fyrst og fremst sangurin Ain´t no love (better than your sweet love), sum saman við røddini hjá nýfloygda sangfuglinum, ið skal standa sína rødd.
Sangurin er skrivaður av Lenu Andersen og Niclas Johannesen. Saman við Óla Poulsen hevur Niclas Johannesen produserað og lagt sangin tilrættis. Afturat Kristel Lisberg, syngja Lena Andersen, Kim Hansen og James Olsen kór á sanginum.
Ain`t no love er upptikin í JacZac í Havn og í Fix n Mix í Keypmannahavn 2003.
Á stakfløguni er eisini ein konsertupptøka av sanginum Blue Moon of Kentucky, sum Bill Monroe hevur skrivað. Hetta er ein bandað framførsla, sum var í Læraraskúlahøllini í 2001, tá Kristel sum einans var 12 ára gomul sang saman við pápa sínum Jens Lisberg.
Kristel hevur sungið frá tí hon var smágenta. Hetta seinasta árið er gentan, sum átti síni fyrstu barnaár á Tvøroyri, men sum síðani fór til Havnar at búgva, vorðin meira og meira kend kring Føroyaland. Í septembur 2003 fylti Kristel og pápi hennara Jens Lisberg høllina á Skála við tónleiki og bergtiknum áhoyrarum.
Ætlanin við nýggju stakfløguni er at geva føroyingum møguleikan at ogna sær hesi nýggju vøkru sangrødd, og samstundis at royna sangin uttanlands.
Tað er Jens Lisberg og Steintór Rasmussen sum saman hava fingið fløguna í lag og útgávan er vorðin veruleiki við góðum stuðli frá Føroya Banka.
Fløgan fer at kosta 59 krónur í handlunum.
Kristen er at síggja á sølustevnuni í Klaksvík í kvøld, fríggjakvøldið, kl 21, har hon eisini fer at signera fløgur.