Kristel Lisberg letur í dag frá sær nýtt staklag við heitinum 'Without You', sum hon hevur skrivað orð og lag til.
Tróndur Bogason hevur staðið fyri upptøkunum í Studio Bloch í Havn og lagt til rættis.
Ljóðførini verða leikt av royndum føroyskum og útlendskum tónleikarum. Ljóðblandað og mastrað hava ávikavist James Thomas (DK) og Mandy Parnell (UK).
Tutl er útgevari og fer at hava staklagið til sølu á netinum. Seinni í ár kemur eitt staklag aftrat og komandi ár enn fleiri stakløg.
Serliga kend gjørdist Kristel í X-Factor 2012, har henni varð spátt pláss í finaluni. Dómarin metti tó Kristel vera so mikið búna sum sangarinnu, at hon skuldi út í 'veruliga heimin' at gera tónleik heldur enn at luttaka í kappingini.
Seinasta staklagið hjá Kristel 'In The Lights' frá 2011 lá í tíggju vikur á fyrsta plássi á føroysku hitt-listunum. Kristel hevur síðani arbeitt miðvíst við egnum tilfari, og hesa ferð er stílurin nakað øðrvísi, eitt sindur myrkari poppur kann ein siga.
Kristel byrjaði sum gestasangarinna á konsertum hjá pápanum, Jens Lisberg. Tá kom eisini lagið 'Aint No Love' út, sum hon spældi á egnum konsertum.
Kristel nemur sær í dag útbúgving í Keypmannahavn, samstundis sum hon arbeiðir við tónleikinum