Kristel í ljósinum

- Eg havi brúkt seinastu tíðina til at finna meg sjálva í tónleikinum, sigur Kristel Lisberg, sum aftur er aktuell við nýggjum tónleiki.

Hóast hon framvegis er ung songkvinna, hevur Kristel Lisberg verið frammi í føroyskum tónleiki í nógv ár. Hon var bert 12 ára gomul, tá ið hon av álvara fór undir framførslur á konsertum saman við pápa sínum, og hon var 14 ára gomul, tá ið hon sang sangin There Ain’t No Love inn, sum varð nógv spældur.

Seinastu tíðina hevur Kristel ikki verið so virkin við framførslum, men nú hevur hon givið nýggjan sang út, sum boðar frá nýggjum tíðum í hennara tónleikalívi. Countrytónleikurin er lagdur til viks, og nú bjóðar Kristel meira moderaðan popptónleik.

- Eg havi verið vekk frá føryska tónleikapallinum eina tíð, men eg havi arbeitt nógv við at skriva sangir og royna at finna meg sjálva innanfyri tónleik. Eg mátti líka staðga á og gera upp við meg sjálva, hvør eg eri, og hvat eg vil við tónleikinum, sigur Kristel Lisberg.

- Eg havi altíð ætlað mær at satsa innan fyri tónleikin, og tað er vigtigt at finna sín stíl, og tað er eisini vigtigt at kunna standa 100 prosent fyri tí, sum tú kemur fram við, sigur hon.


Altíð sungið

Kristel Lisberg er longu ein royndur sangari, og fyrstu framførsluna hevði hon longu sum smágenta.

- Eg havi sungið, síðani eg byrjaði at ganga. Eg upptraðkaði fyrstu ferð alment, tá eg var 7 ára gomul. Tað var á eini jólakonsert í høllini í Trongisvági, har eg og Brandur Enni sungu fyri fyrstu ferð alment. Síðani eg var 12, havi eg sungið á nógvum konsertum saman við pápa mínum, sigur Kristel Lisberg. Hon er dóttir Jens Lisberg, sum hevur verið virkin í føroyskum tónleiki í nógv ár.

- Flestu fólk kenna meg fyri countrytónleik, tí eg havi verið við til nógvar countrykonsertir, men eg havi eisini sungið sangir hjá eitt nú Christina Aguilera og Whitney Houston, sigur hon.

Ein upptøka av sanginum Blue Moon of Kentucky hongur framvegis uppi í henni, og countrysangurin Ain’t No Love var eisini nógv spældur í síni tið.

- Countrytónleikur er ikki ordiliga tað, sum eg brenni fyri í dag. Eg var so øgiliga ung, tá eg byrjaði at syngja, so eg havi ikki verið vís í, hvør eg var sum kunstnari innan tónleik, so eg havi prøvað nógv ymiskt, sigur hon.


Meira popput

Kristel Lisberg hevur arbeitt nógv við tónleiki seinnu árini, hóast hon ikki hevur givið tónleik út ella havt framførslur.

- Eg havi verið eitt ár niðri, og har havi netverkað við kontaktum innan tónleikaheimin. Eg havi møtt fólkum, sum vilja hjálpa mær, og eg havi eisini spælt ymsar demo-sangir inn, sigur Kristel.

Hon hevur nú givið ein nýggjan sang út. Sangurin kallast In The Lights, og er ein meira popputur sangur enn hinir, sum Kristel hevur sungið inn.

- Beiggi mín Thorbjørn hevði skrivað eitt lag, og hann vísti mær tað einaferð, eg vitjaði hann í Danmark. Mær dámdi væl lagið, og eg skrivað ein tekst upp á ein hálvan tíma. Hesum sanginum hava vit so arbeitt nógv við, so eg kundu fáa rætta ljóðið til mín, sigur Kristel.

- Eg havi roynt at funnið ein stíl, sum ikki bara er líka sum alt annað. Tað skal helst skilja seg eitt sindur úr. Hetta er ein poppsangur við eitt sindur av elektro uppií. Sangurin er eitt sindur myrkur og djúpur, men hann riggar eisini væl á dansigólvinum, sigur hon.


Meira tónleikur á veg

Kristel hevur skrivað nógvar sangir saman við beiggja sínum, sum eisini fæst nógv við tónleik.

- Hetta er fyrsti sangur av fleiri, sum fara at koma út. Eg hugsi um at gera eina fløgu, men tað verður ikki her og nú. Fyrst ætli eg mær at vita, hvussu fólk reagera upp á hendan nýggja sangin hjá mær, sigur Kristel.

Henni dámar væl tónleik hjá songkvinnum sum Christina Aguilera, Whitney Houston og Celine Dion.

- Mær hevur altíð dámt væl diva-tónleik. Tá ið hini børnini vildu sleppa at syngja Dukka mín er blá, vildi eg sleppa at syngja okkurt hjá Celine Dion, sigur hon.

Nýggi sangurin In The Lights er farin í umfar á Rás2 og í Kringvarpinum, og sangurin hevur hesa vikuna verið eykalag á 15 teimum bestu.



Myndatekstur:

- Eg havi verið vekk frá føryska tónleikapallinum eina tíð, men eg havi arbeitt nógv við at skriva sangir og royna at finna eg sjálva innanfyri tónleik. Eg mátti líka staðga á og gera upp við meg sjálva, hvør eg eri, og hvat eg vil við tónleikinum, sigur Kristel Lisberg

Mynd: Jens Kristian Vang