Kristel og Linda á X Factor-pallinum

Sum um tað ikki var nóg mikið við Sveini á pallinum til X Factor í kvøld, so fingu vit ikki færri enn tveir føroyingar aftrat. Til sokallaða jubileumslagið, tí X Factor hevur fimm ár á baki í Danmark, vóru bæði Linda Andrews og Kristel Lisberg á pallinum.

 

Linda vann X Factor í 2009, og Kristel var við í ársins útgávu av sjónvarpskappingini og fekk ógvuliga góð skoðsmál.

 

Hesar báðar hava vit júst sæð á pallinum saman við fleiri fyrrverandi luttakarum, tá hesir framførdu tvey løg.

 

Mynd: Linda Andrews og Kristel Lisberg á reyða løbaranum undan finaluni (Myndir: Rólant Waag Dam)