Kristel hevur mangan verið mett at vera ein av okkara bestu songkvinnum, og nú verður hon at hoyra við nýggja lagnum “In the Lights”. Kristel hevur verið mest kend fyri at syngja country, men á nýggja lagnum, er stílurin heilt øðvísi frá tí, vit annars kenna hana fyri.
Yvir eitt longri tíðarskeið hevur Kristel arbeitt við at gera nýggjan tónleik, ætlanin er at hetta skal vera fyrsta lagið av fleiri, sum fara at koma út.
Nýggja lagið “In the Lights” sigst at vera ein blanding av pop og electro. Kristel hevur sjálv skriva orðini, meðan Torbjørn A. Lisberg hevur gjørt lagið. Kristoffer Mørkøre hevur staðið fyri framleiðslu.
Lagið verður at hoyra í næstum í Kringvarpinum og Rás2. Somuleiðis ber til at hoyra lagið á www.myspace.com/kristellisberg.