Føroyska songkvinnan Kristel Lisberg, júst tilnevnd á Faroese Music Awards í bólkinum Ársins Songkvinna, letur í dag út nýtt staklag, ið ber heitið September.
Talan er um næsta staklag av fleiri, ið komandi tíðina verða útgivin á TUTL. Seinasta staklagið, ið Kristel gav út, var Without You, sum kom út í fjørsummar og fekk avbera góða móttøku.
- Hetta næsta staklagið er sera persónligt fyri meg. Tað er ognað beiggja mínum, sum ikki er ímillum okkum meira, greiðir Kristel frá.
- Eg arbeiði miðvíst við egnum tilfari og eri í holt við ymsar verkætlanir. Næstu tíðina fara fleiri einstøk løg at koma út, og síðani fari eg at taka støðu um fyrstu fløguna.
September er upptikið í Studio Bloch í Havn við Trónda Bogason á klaver, Mikael Blak á bassi, Angeliku Nielsen á violin, Tóra Restorff Jacobsen á cello og Derek Murphy á trummum. Staklagið er smíðað av Kristel sjálvari saman við navnfromu Høgna Lisberg og James Thomas.
Stílurin kann lýsast sum poppur við einum myrkum undirtóna, og hevur dentur verið lagdur á at upptaka nýggju stakløgini so dynamiskt sum møguligt.
Lagið er upptikið uttan elektronisk ískoyti fyri at fáa eina góða live-kenslu við í upptøkurnar.
Kristel Lisberg verður at hoyra á føroysku festivalpallunum í summar, og fer nýtt videolag til staklagið September at koma út í næstum.
Staklagið er miksað í Bornholm av James Thomas, ið m.a. hevur arbeitt saman við Beth Hart, og mastrað í London av Mandy Parnell, ið m.a. hevur arbeitt saman við Bjørk. Tað er tøkt sum talgilt download á iTunes og øðrum pallum.