Føroyski málverjin hevur síðani hósdagin vant við danska stórfelagnum Brøndby IF. Felagið hevur brúk fyri einum eykamálverja og boð hava verið eftir føroyska U21 landsliðsmálverjanum.
Í morgin fer Brøndby avstað til Dubai á venjingarlegu komandi tíggju dagarnar. Felagið hevur sæð okkurt gott í føroyska málverjanum, tí hann er nú boðin við á venjingarleguna.
- Tað hevur gingið fínt. Teir eru væl nøgdir við tað teir hava sæð. So nú hava teir bjóða mær við til Dubai, men um nakað fer at spyrjast burturúr, er for tíðliga at siga nakað um nú, sigur Kristian Joensen.
Brøndby skal á venjingarleguni spæla móti FK Lokomotiv Tashkent, Shakhtar Donetsk og Dynamo Moskva.
- Aftaná venjingarleguna verður støða tikin til, um Brøndby bjóðar honum sáttmála ella ikki, sigur Hans Jacob Á Líknargøtu, umboðsmaður hjá Kristiani.
Kristian Joensen er 21 ára gamal og er uppvaksin í NSÍ, har hann eisini hevur spælt tað mesta av síni tíð. Hann var tó eitt skifti í 07 Vestur.