Kristian Djurhuus: Blivu vígd av Jákup Dahl

Í seinasta parti er komið so langt hjá tí 21 ára gamla Kristian, at hann skal giftast. Fyrst máttu foreldrini tó góðkenna giftarmálið. Hetta var ikki uttan trupulleikar. Nú kemur Margretha eisini til orðanna

15. partur

Brúdleypið varð sett til 11. august (1917). So var at fara undir fyri­reik­ingarnar. Vit vóru samd um, at tíðirnar ikki vóru til at halda eitt stórt brúdleyp. Flestu matvørur vóru jú skamtaðar. Sjálvt at fáa ljós var trupult, tí so lítið var til av petroleum. Tey flestu máttu klára seg við lýsilampur, sum vóru tilevnaðar av føroyskum smiðum. Ein teirra var Nyholm Debes, eisini kendur sum yrkjari og politikari. Hesar riggaðu sum so, um bert varð ansað eftir, at lýsið dryppaði í lampuni, sum tað skuldi.
Vit í Ólastovu vóru eitt sindur betur fyri enn onnur. Eg var so heppin at fáa ein dunk av olju frá einum vini, sum sigldi við verju­skipinum Beskytteren. Hetta var kanska ikki heilt eftir bókini, men ein dunkur meira ella minni av olju hjá einum so stórum skipi kundi ikki merkja tað nógva.
Brúdleypið skuldi bert vera fyri tey nærmastu. Eg fekk avtalu við vertin á Hotel Djurhuus (nú Áarstovu) Onnu Katrinu, ættað úr Nólsoy, at brúdleypið skuldi standa á hotellinum, og lovaði hon at útvega tað, sum tørvaði av mati og drekka. Eg hevði hjálpt henni við roknskapinum, eftir at maður hennara Christian, sum var systkinabarn pápa mín, var deyður í góðum árum í 1916.
Margretha og eg avtalaðu, hvør ið skuldi bjóðast. Karin Evensen, kona Jens, har Margretha hevði tænt, bjóðaði Margrethu, at hon sum brúður kundi fara út frá teimum. Hetta vísti hennara hjarta­lag og vísti eisini, hvussu væl dámd Margretha var hjá teimum hjá Evensen. Eg fekk skraddaran hjá mær at seyma ein klædning.
Eftir vanligum skikki skuldu vit havt verið gift í heimakirkjuni hjá brúðrini, og var hon úti á Nesi. Hetta var so langur teinur úr Heiðunum, at farast mátti við báti. Undir vanligum umstøðum høvdu vit farið við einum motorbáti, men hesa tíðina var tað av krígsávum so trupult at fáa brennievni til motorar, at vit gjørdu av at giftast í Havn.

Vígd av Jákup Dahl
Dagurin fyri brúdleypið kom um­síðir. Hetta var ein góður summ­ar­dagur við eitt sindur av sirmi fyrrapartin. Men seinni kláraði upp. Vit vórðu vígd í Havnar kirkju av Jákup Dahl, sum árið eftir gjørdist próstur. Tá ið eg skuldi heinta mína brúður og var komin í mítt fína stás, kom eg at hugsa um, at eg hevði gloymt at fáa mær ein hatt. Tíbetur hevði ungdómsvinur mín Johannes Stefansson, sum búði nærindis, útvegað sær ein bovlarahatt, sum eg fekk lænt. Hetta bjargaði mær úr hesum, sjálvt um hatturin var nøkur nummar ov lítil. Hvat prest­urin segði í taluni minnist eg als ikki. Eg hugsaði bert um at minnast til, nær eg skuldi leggja meg á knæ, og at eg skuldi ofra við rætta sálmaørindi.
Brúdleypsdøgurðin var sera hugnaligur. Maturin var góður, og tað sama var við víninum. Jákup Dahl var við til døgurðan, og hann helt eftir vanligum skikki fyrstu taluna fyri brúðarparinum. Eg minnist bert, at hann segði, at tað skuldu dirvi til at gifta seg í krígstíð.
Tá ið døgurðin var liðugur, komu børnini í familjuni at fáa sær eta. Hetta var í allar mátar eitt hugnaligt brúdleyp. Aftaná døgurðan fóru vit saman við foreldrunum og Martin, beiggja, yvir í Ólastovu, har vit fingu stóra kamarið uppi á loftinum at sova í. Á náttborðinum lá ein 100 krónuseðil, sum var gávan frá mínum foreldrum. Eg hevði fingið ein snikkara í Havn at gera okkum møblar til kamarið so sum dupultsong, náttborð og klædna­skáp. Møblarnir vóru rættuliga stórir. Tá ið tað var lágt til loftið vegna skráveggirnar, var tað eitt sindur trupult at fáa alt uppá pláss. Men her fekk eg góða hjálp frá vini mínum Viggo Christiansen. Hann var fittur í hondunum og hevði sjálvur roynt nakað líknandi. Har tað ikki gekk annars, sagaði hann eitt petti av gólvinum og festi tað seinni aftur sum ein lemm.

Brúðarhús
Dagin eftir, tað var sunnudagur, komu fólk at ynskja tillukku. Hesi fingu køkur og sjokulátu. Margretha var í einum svørtum vøkrum kjóla. Hon var so sera vøkur, og mamma var heilt hugtikin av henni. Pápi dugdi betur ikki at vísa sínar kenslur. Vit fingu væl av brúdleypsgávum, bæði lutir og pening, sum kundu nýtast at keypa inn­búgv fyri, tá ið vit fingu okkara egna hús. Tá í tíðini var tað ikki vanligt við telegrammum, men nøkur komu við kortum, har lukkuynski vóru skrivað í.
Eftir vígsluna í kirkjuni hevði eg gloymt at fylgja góðan gamlan sið at geva eina gávu í kirkjubússuna. Hetta kom mær til hugs sunnu­morgun. Eg fór tí í kirkju, og fekk lagt ein seðil í bússuna.

Aftur gerandisdagur
Brúdleypsferð var tá í tíðini eitt ókent fyribrigdi í Føroyum. Mána­dagin var aftur gerandisdagur. Eg var á skrivstovuni, mamma var í køkinum og Margretha hjálpti henni. Hetta var mitt í hoygg­ingar­tíð, og tá máttu øll hjálpa til.
Eg kendi tað sera hugnaligt at hava Margrethu hjá mær. Vit tos­aðu um, hvørt vit skuldu byggja ella keypa eini hús. Tað gingu tíðindi um, at táverandi eigarin av húsunum hjá Jens Mohr, skiparin Hans Simonsen, hevði hug til at selja. Um hetta var so, vóru vit til reiðar at keypa húsini. Pápi nevndi, at um neyðugt vildi hann hjálpa til við tí fíggjarliga.
Men tað vísti seg, at hetta ikki gjørdist aktuelt tá. So vit samd­ust um at bíða til komandi vár við húsum, tá ið støðan kanska broyttist.
Várið og veturin gingu friðarliga. Sum fyrr nevnt, var mamma føst hjálp hjá barnakonum í Havn. Vit høvdu ofta sagt við mammu, at hetta var ov strævið hjá henni. Men hon helt fast um, at hetta var tað besta henni dámdi fyri at koma út millum fólk. Hesum helt hon eisini á við, eftir at Margretha og eg vóru gift. Hetta lá eisini betur fyri, nú Margretha var komin í húsið. Nú var ikki neyðugt at skunda sær heim sum fyrr.