Kristian Djurhuus: Fløskan av brennivíni kostaði 25 oyru

Lívið í Havn var sera trupult fyri 100 árum síðani. Men tey, sum vóru eitt sindur betur fyri, royndu at hjálpa hinum

4. partur

Einkjur vóru illa fyri
Tað vóru nógvar einkjur í granna­lagnum hjá okkum, tí nógvir mans fórust á sjónum. Tær høvdu tað sera trupult. Tað kundi eisini henda, at tær søtaðu sær tilveruna við brenni­víni, sum tá bert kostaði 25 oyru fyri fløskuna.
Eg minnist eina av teimum, sum, tá ið tað lagið var, lá hálv út av vindeyganum, og skeldaði gud og hvønn mann, sum kom framvið. Hetta var lítið hugaligt, men var eitt slag av undirhaldi hjá ungdóminum, sum stuttleikaði sær við at svara aftur.
Ein sonur hesa einkju var til fiskarí frá vár til heyst. Døturnar arbeiddu í fiski. Men kortini var smátt við mati í hesum húsi, tí sjálvt um brennivínið var bíligt, so var tímalønin hjá eini fiskagentu ikki meira enn 10 oyru.
Mamma gav ofta døtrunum ein góðan bita, og sonurin var ofta biðin um at fara eftir torvi hjá okkum. Vit høvdu torvheiðar ymsa staðni í haganum. Tað var ein tími at fara til teir, sum vóru longst burtur og líka leingi heim aftur. Lønin fyri hendan teinin var 40 oyru, og so fekk sonurin eisini døgurða. Hann fekk tað sama sum vit. Tað var ofta kjøtmatur um veturin, eisini ræst kjøt og súpan. Eg minnist, hvussu sveittin rann av honum, sum hann át. Mamma leskaði eisini onnur hús, har tørvur var. Hon var ein glaður gevari.
Tað vóru eisini dømi um, at konurnar arbeiddu alt, tær orkaðu, men at menninir drukku peningin upp. Eg minnist ein mann, sum plagdi at steðga konuni á veg heim úr arbeiði, og hann kravdi hana eftir peningi at keypa brennivín fyri. Fekk hann einki, gav hann konuni eitt skump.
Vit dreingir østu okkum um hetta. Vit hildu tað vera meinings­leyst, at konan ikki bukaði mannin afturfyri. Tað hildu vit, at hon hevði kreftir til. Hon var nevniliga rættiliga prúð. Men tað vildi hon ikki gera móti manninum úti á gøtuni.
Hesin maður hevði síni tørn. Hann kundi eisini arbeiða nógv í tíðarskeiðum, men tað var sjáldan, at tað var arbeiði til slík fólk.

Mamma vamlaðist við margarin
Í mínum dreingjaárum fingu vit fast millummála seinnapartin. Vit dreingir fingu hann borðreiddan á torvkassanum í køkinum og í loftsuppgongini.
Men tað var sjáldan, at vit vóru einsamallir. Ofta høvdu vit vinir úr grannalagnum inn við okkum. Hetta kundu vera synirnir hjá Jens Mohr ella teir hjá Stinu, fyri kortum umrødd í Hendur ið Sleptu.
Vit fingu tevatn við heima­bak­að­um breyði við smøri á. Mamma vildi ongantíð brúka margarin. Orsøkin var tann, at sum barn mintist hon, at ein deyður og rotin stór­­hvalur rak á land í Porkeri. Lukt­urin var ramur, og fólk tosaðu um, at tað var úr slíkum djórum, at margar­in varð framleitt. Tí fekk margarin altíð mammu at hugsa um henda rotna stórhvalin.
Mamma dugdi væl at bakað breyð. Hetta smakkaði væl. Kortini dámdu okkum dreingjum tó betri skorpuna á breyðinum hjá grannakonuni Tildu. Frá henni fingu vit tí skorpur.
Sjálvt um nógv var bakað heima, so vóru trý bakarí í Havn. Tað var hjá Restorff, Kjelnæs og Jacob Nolsøe. Jacob bakaði vist bert breyð.
Eg minnist meg einaferð saman við pápa at hava verið inni í bakarínum hjá Jacob. Hann elti berføttur við at ganga aftur og fram í trognum.

Gestir
Tá eg hugsi um mín barndóm undrist eg yvir, at tað kundi vera pláss fyri okkum øllum í húsinum. Umframt foreldur og systkin búðu omma og abbi eisini inni umframt arbeiðsgenta, sum vit høvdu.
Tað var eisini ofta, at vit fingu gestir. Ein av teimum var sýslu­maðurin í Klaksvík, Klæmint Olsen, sum var ættaður úr Lorvík. Hann var løgtingsmaður fyri Norð­oyggjar frá 1877 til 1912, tá ið hann doyði. Hann var eisini limur í landstingi­num og fólkatinginum.
Klæmint var eisini limur í kommunustýrinum fyri Norðoya Prestagjald frá 1871-1908.
Hann gisti hjá okkum, tá ið hann var á ferð til og úr Danmark. Tað var altíð spennandi, tá ið hann skuldi førast umborð í postskipið, sum lá á redini. Hann var rættiliga trivaligur og tungur á sær. Báturin kom næstan at standa upp eftir enda, tá Klæmint var í honum.
Klæmint var giftur við ommu­systir míni, tí var tað at hann kom í Ólastovu. Hann var gubbi mín, og hann var sera áhugaður i, at eg kom í ein góðan skúla. Seinna kona hansara var eisini áhugað fyri míni vælferð. Hon vildi hava meg at eta havragreyt, sum tá var rættuliga ókent í Føroyum, men mær dámdi ikki greytin, og mamma hjálpti mær at sleppa undan honum.
Ein versonur Klæmint var Óli í Skúla, kendur sum løgtingsmaður fyri Norðoyggjar í nógv ár.
Ein annar gestur plagdi at vera vágaprestur Carl Johansen, kendur sum fótbóltspresturin. Kona hans­ara var dóttir Klæmint Olsen. Tað mundi vera tí hann kom.
Men hann var ein strævin gestur, ikki minst á ólavsøku, tá hann kom aftur frá fótbólti fullur av runu, og mamma mátti taka alt upp.
Eina ferð máttu foreldrini boða teimum frá, at vit ikki kundi hýsa teimum framyvir. Hetta varð ikki tikið væl upp.
Eina ferð var eg eina summar­feriu hjá teimum í Jansagerði. Har varð eg noyddur at eta havragreyt, og tað fekk meg rættuliga til at leingjast heim. Men tað eydnaðist teimum tó at fáa meg at dáma havragreyt!
Millum aðrar gestir vóru svágur abba míni Ludvig Müller úr Kvívík, og hansara tveir synir Rudolf og Petur. Rudolf hevði sum smá­drongur búð eina tíð hjá ommu míni, tí mamma hansara doyði ung. Hann kom í realskúlan. Men hann rýmdi úr realskúlanum undan yvirlærara Bergh, sum var kendur sum ein buldurbassi.
Rudolf tordi ikki at blíva verandi í Havn, so hann rýmdi norður aftur til Kvívíkar til pápa sín.
Ludvig var altíð væl ílatin og gekk við medaljum, sum hann hevði fingið í dansk-týska krígnum í 1848. Tað høvdu fleiri føroyingar verið við í hesum krígnum.
Ludvig hevði í sínum ungu døgum verið gullgravari í Australia. Hann tosaði sjáldan um hesa tíð. Tó minnist eg hann siga, at australska gullið var bleikari enn annað gull. Hann gav eina ferð pápa mínum mansjettknappar, sum skuldu vera av australskum gulli. Hann gjørdist 90 ára gamal.
Synirnir komu eisini í Ólastovu, tá ið teir gjørdust vaksnir. Teir plagdu altíð at hava ein føroyskan ost við sum tinganest, hetta var eitt tað besta eg kundi fáa. Eina ferð, eingin var heima, høvdu teir hongt ostin á ein knaka í forstovuni. Eg fann ostin, og át hann nærum allan sum hann var. Hetta varð eg sjálvsagt revsaður fyri. Men afturat tí fekk eg vaml fyri føroyskum osti!

--------------


Ejler Djurhuus:

Ejler kom at royna seg um sýslumaður ymsa staðni. Eisini í Klaksvík eftir læknastríðið. Her var hann væl móttikin, hóast pápin hevði boðsent »hundaskipinum« og »krákuskipinum.«

Eg bygdi í 1951, tá eg giftist, men flutti í 1962 inn í sýslumanshúsini. Tá eg fór frá í 1989, flutti eg inn higar við Rangá.
Kona mín, Sigga, var dóttir Knút Nygaard, lækna. Hann var ættaður av Eiði og var beiggi Thomas Nygaard, í dag framvegis kendur frá skipinum av sama navni. Ein triði beiggi var Sofus, sum bleiv verandi á Eiði.
Í 1954 kom eisini læknastríðið í Klaksvík. Hetta førdi til flyting av sýslumonnum millum sýslurnar. Ein av hesum flytingum var, at Gunnar Dahl Olsen, sum var sýslumaður í Vestmanna, skuldi fara til Klaksvíkar. Hann var kendur sum semingsmaður, hann var jú eisini nevndur Gunnar blíði. Tað var ein slíkan, sum brúk var fyri í Klaksvík tá. Tað riggaði eisini sera væl.
Gunnar setti sum treyt fyri at fara til Klaksvíkar, at eg skuldi av­loysa hann í Vestmanna. Tað bleiv eisini orðnað soleiðis. Hákun Hansen, sum hevði verið í Klaksvík, kom so higar til Tvøroyrar. Hetta skuldi vera fyri tvey ár. Men tá henda tíðin var liðin fekk eg boð um, at eg mátti halda fram eina tíð.
Eg hevði leigað hús í Vestmanna og fekk eisini konuna og børnini norður. Vit fingu tvey børn afturat teimum trimum vit áttu, meðan vit vóru har.
Á vári 1959 doyði kona Gunnar Dahl Olsen. Í samband við jarðar­ferðina segði eg við ríkis­um­boðsmannin Elkær Hansen, at nú vóru trý ár farin, síðan eg varð settur sýslumaður í Vestmanna, og tað skuldu bara vera tvey ár. Tá segði hann, at hetta hevði hann einki við at gera. Økið var farið yvir til fútan, sum tá var Feilberg Jørgensen.
Eg fór so til hús, og tá situr fútin har saman við pápa. So fortelji eg hetta fyri fútanum, og hann svaraði: »Sagde han virkelig det?«, sum um hann ikki visti av tí.
Trupulleikin var tann, at vit vóru uppsøgd úr húsunum, har vit búðu. Tann, sum vit leigaðu húsini frá, skuldi nýta tey aftur. So 1. juni máttu vit flyta út og høvdu onga staðni at fara. Alt innbúgv v.m. máttu koyrast inn í eitt pakkhús.
Eg ringdi so til fútan og segði, at nú vóru vit húsvill her í Vestmanna. Eg visti ikki, hvønn mann kundi takka fyri hetta, men hetta var ikki haldbart.
Tað var lovað mær at koma aftur til Tvøroyri enntá av H.C. Hansen forsætisráðharra, sum var í Føroyum í 1956. Hann hevði tá spurt meg, hvat mær dámdi at fara til Vestmanna. Tá helt eg, at tað kundi vera áhugavert at royna okkurt annað. Eg segði honum, at tað var lovað mær at sleppa suður aftur til Tvøroyrar, tá tey tvey árini vóru farin. »Det skal De selvfølgelig«, svaraði hann aftur.
Men tað var einki brævaskifti um hetta. Hetta vóru alt munnligar avtalur. Eg segði so við fútan, at tað var lovað mær, at um tvey ár skuldi eg sleppa suður aftur. »Det kan De godt,« svarar hann. Men so skuldi tað vera sum fulltrúi hjá tí setta sýslumanninum á Tvøroyri.

Sýslumaður í Klaksvík
Men hesum hevði eg ikki áhuga fyri. Eg kom so til Klaksvíkar 1. juni 1959 og var har til 1. oktober 1962. Tað riggaði fínt, eingin trupulleiki av nøkrum slag. Eg hoyrdi ikki eitt orð fyri, at eg var sonur tann løgmannin, sum hevði ábyrgdina av teimum politiskipum Parkeston og Rolf Krake , sum danir sendu til Klaksvíkar nøkur fá ár frammanundan.
Tað var ofta prátað um mangt og hvat við teir, sum komu á skrivstovuna. Tað vóru eisini fleiri av teimum, sum høvdu verið víðgongdir undir læknastríðnum, men sum nú søgdu, at teir skiltu snøgt sagt ikki, hvat ið var gingið av teimum. Eg hevði góð viðurskifti við allar klaksvíkingar.
Tað var tó ein hending við Poul Kajer. Hann var beiggi Johan Húshamar. Báðir vóru roknaðir fyri at vera »originalar« í Klaksvík. Klaksvíkingar duga væl at seta eyknevni á fólk. Poul fekk hetta eyknevni, tí hann gekk so nógv niðri á kajuni!
Tað var ein grind i Klaksvík, og nú stendur Poul niðri við kioskina. Honum dámdi væl at brúka seg, og hann tosaði ofta so hart. Sýsluskrivstovan var beint við, og hurðin var gloppað. Eg síggi, at hann peikar niðaneftir og sigur hart, at »um tað skal vera, skal eg brúka knív!« Tá skundaði eg mær út og stóð fyri honum í trappuni. So sigi eg: »Hvat var tað, sum eg hoyrdi. Hvat skal tú brúka knív til?«
»Noy, noy, tað var ikki soleiðis moynt!«
»Kom tú líka við mær inn á kontórið og so einki við at brúka seg meira«.
So eg fekk hann at undirskriva eina erklering um, at tað, sum hann hevði sagt niðri í kajuni, skuldi ikki takast fyri fult, og at hann tók orðini aftur. Eg gav honum tvær teknistiftir og gav honum boð um at festa hesa erklering á uppslagstalvuna á kioskini. Tað gjørdust heldur ikki fleiri trupulleikar av honum.
Men aftaná hesa tíðina í Klaksvík kom eg so aftur til Tvøroyar og kom at hava restina av mínum sýslumansvirki her.


Komandi partur
Mamma Kristian Djurhuus, Elin Larsen, úr Porkeri var eitt konubrot. Hon hjálpti eisini jarðarmóðrini í Havn. Í komandi parti greiðir Ejler frá flogvanlukkuni á Tvøroyri í 1954