Føroyski U-21 landsliðsmálverjin, ið hetta kappingarárið hevur verið málverji hjá B68 er í hesum døgum í Danmark, har hann venur við danska felagnum Lyngby BK. Í gjár stóð hann í mál, tá Lyngby leikti venjingardyst móti FC Vestsjælland. Tað skrivar danska fótbóltsheimasíðan bold.dk.
Í greinini á bold.dk úttalar venjarin hjá Lyngby seg um føroyska málverjan.
- Vit hava leingi havt samband við hann, um at koma her niður at royna seg. Hann er ungur og ger tað væl. Tað sæst tó, at ferðin í Føroyum er eitt vet lægri enn her niðri.
- Hann er tó sera tryggur í luftspælinum og royndist fleiri ferðir væl, tá FC Vestsjælland skutu fríspark og hornaspørk. Í Lyngby brúka vit eisini málverjan nógv við í uppspælinum og tað kláraði Kristian eisini fínt. Samanlagt gekk tað væl hjá honum undir dystinum í gjár.
Tað er ikki greitt, hvussu leingi Kristian Joensen skal vera í danska felagnum Lyngby BK.