Kristiansand er á bjargingarkós

Liðið hjá Helga H. Hoydal, Bjarna í Selvindi og Tróndi Mikkelsen vann fyrra upp- og niðurflytingardystin

Helgi H. Hoydal, Bjarni í Selvindi, Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í Kristiansand tóku í kvøld móti Melhus í Aquarama høllini í Kristiansand í tí fyrra upp- og niðurflytingardystinum móti Melhus.

 

Kristiansand vann ein greiðan 33-23 sigur. Í steðginum var Kristiansand á odda 15-11.

 

Bjarni skoraði fýra mál og legði upp til fimm mál. Helgi skoraði fýra mál og legði upp til eitt mál, meðan Tróndur skoraði eitt mál, men legði upp til heili átta mál.

 

Komandi sunnudag klokkan 17 hevur Melhus heimavøll í aðru uppgerðini millum liðini.