Kristiansand misti sigurin í allarseinastu løtu

Tað var sera nær við, at liðið hjá Bjarna í Selvindi og Tróndi Mikkelsen, Kristiansand vann ein glæsiligan sigur á toppliðnum, Drammen

Bjarni i Selvindi, Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í Kristiansand vóru fá sekund frá at vinna ein rimmar sigur á toppliðnum, Drammen í dysti í bestu norsku hondbóltsdeildini í Aquarama-høllini í Kristiansand.

 

Dysturin endaði við javnleiki 29-29. Drammen javnaði til 29-29 við einum brotskasti í allarseinastu løtu.

 

Kristiansand var á odda 19-15 í steðginum, og vóru eisini á odda 21-16 í seinna hálvleiki, men Drammen fekk høvdið fyri seg aftur, og teir megnaðu at fáa eitt stig við sær úr Kristiansand. 

 

Bjarni skoraði trý mál, legði upp til eitt mál og vann liðnum eitt brotskast. Tróndur er júst komin aftur aftaná eina heldur drúgva skaðafráveru.

 

Kristiansand er næstaftast í deildini við fimm stigum.

 

Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Bækkelaget taptu greitt 24-32 (10-17) fyri Bergen á útivølli. Kjartan skoraði eitt mál og legði upp til trý mál.

 

Bækkelaget er fjórðaftast í deildini við sjey stigum.

 

Viking TIF, ið er aftast í deildini við trimum stigum tapti uttan landsliðsmálverjan, Nicholas Satchwell 25-31 (10-17) fyri Halden á útivølli.