Kristihimmalferðardagur hátíðarhildin longri enn jólini

Kristihimmalferðardagur verður hildin 40 dagar eftir páskir og 10 dagar fyri Hvítusunnu. Dagurin er altíð ein hósdag millum 30. apríl og 3. juni. Kristihimmalferðardagur verður hildin til minnis um, at Jesus fór til himmals 40 dagar eftir, at hann reis upp frá teimum deyðu. Kristihimmalferðardagur vísur tí á endan á lívi Jesusar á jørðini.

 

 

10 dagar eftir, at Jesus fór til Himmals, varð Heilagi Andin sendur at vera í og hjá teimum trúgvandi, sum bíðaðu eftir, at Jesus fór at koma aftur. Tí er himmalferð Jesusar ikki bert endin av søguni um Jesu lív á fold, men eisini byrjanin til eitt nýtt lív við Heilaga Andanum, sum sameinir teir kristnu.

 

 

Dagurin er eitt vegamót í evangeliinum, og frásøgnunum um Jesus sum Guds son. Kirkjan hátíðarhelt dagin, tá Jesus fór til himmals áðrenn hon hátíðarhelt jólini, tá Jesus varð føddur. Tí tá Jesu lív á foldum endaði, kundi søgan um felagsskapin ella kirkjuna byrja, skrivar folkekirken.dk um dagin í dag. 

 

 

Kelda: folkekirken.dk