Kristilig fótbóltskapping

Leygardagin 27. august 2005 verður skipað fyri eini kristiligari fótbóltskapping í Ítróttarhøllini á Nabb. Kappingin er ein stuðulskapping fyri ein "Lærusveinaskúla í Pakistan", sum trúboðanarfelagsskapurin Samverkamenn skipa fyri

Kappingin, sum byrjar kl. 9.00, er fyri bæði kvinnur og menn. 5 spælarar + 1 møguligur útskiftari kunnu verða á hvørjum liði. Kappingin er býtt upp soleiðis, at ongir aldursbólkar eru, t.v.s. at fólk í øllum aldri koma at kappast ímóti hvørjum øðrum, tó so at menn og kvinnur kappast fyri seg.

Bókasølan Logos letur vinningar til vinnandi liðini.

Hesar kappingar eru eisini kendar í øðrum londum. Eitt nú verða vanligu fótbóltsreglurnar broyttar soleiðis, at um ein leikari t.d. bannar, verður hann útivístur í 2 minuttir. Eisini verður fýra andaktir hildnar undir kappingini.

Tilmelding er á telefon: 227482 ella á heimasíðuni: www.samverkamenn.org, har eisini meira fæst at vita um kappingina.