DEYÐAREVSING
Deyðarevsing er ókristilig.
Hesum er ovasti føroyingurin innan kirkjuna, Føroya bispur, ikki í iva um. Sjálvur er hann eisini hart ímóti hesum slagi av straffi.
Fyrr í vikuni prentaðu vit samrøðu við Anniku Sølvará, forkvinnu í Amnesty Føroya deild, um hetta sama evnið, og vit hava nú eisini spurt okkum fyri hjá bispi.
?Deyðarevsing er ókristilig undir øllum umstøðum, men vit liva í einum heimi, sum ikki er Guðs ríki, og tí verður tað ofta støðan hjá tí einkulta menniskjanum, ið er avgerandi, sigur Hans Jacob Joensen.
Oftast kann tað vera ein samvitskuspurningur hjá tí einstaka menniskjanum at taka støðu til, metir bispur. Hóast deyðarevsing greitt er ókristilig, so verður hetta framt í kristnum londum, og bispur heldur hetta hava nakað at gera við, hvørja støðu fólk hava til rættvísi og rætt.
?Tað liggur heilt greitt í kristindóminum, at Guð tekur og gevur lív.
Vit hava eisini eitt boð, sum sigur, at tú mást ikki sláa í helt. Men hetta boð er komið frá jødum, sum oftani vóru í kríggi, har ein givin konsekvenstur jú er at taka lív, sigur Hans Jacob Joensen.
Sjálvverja
Bispur heldur, at tað í síðsta verður tað einstaka kristna menniskjanum, sum skal forsvara sínar syndir og liva við sínum gerðum. Støðutakanin hjá tí einstaka byggir ikki altíð kristilig virði, metir bispur.
Hóast boðið frá Guði, so verður tað av fleiri akseptera at sláa í hel.
?Tann vanliga fatanin hevur verið tann, at er tað fyri at verja seg sjálvan, so verður tað hildið at kunna rættvísgerast at taka lív frá øðrum, sigur Hans J. Joensen.
Bispur er skjótur at leggja afturat, at deyðarevsing ikki kann rættvísgerast á henda hátt.
Deildar meiningar eru millum trúgvandi kristin um tað at sláa í hel.
?Vit kenna tað frá pasifistum, at teir nokta at gera hertænastu, tá hetta kann innibera at luttaka í kríggi, og hetta vil so innibera at sláa í hel.
Hinvegin kann ein hugsa sær, at tað hevði illa borið til at niðurbart nasismuna og allan hennnar ræðuleika uttan at nýta vald.
Tað verður sostatt eisini ein spurningur um alternativ, sigur Hans J. Joensen.
Sjálvur er bispur sum nevnt hart ímóti deyðarevsing. Hann metir tað vera betri hóskandi, at staturin rindar kostnaðin fyri at halda fangar handan rimar. Ikki minst tá hugsað verður um, at ósek fólk kunnu hugsast at verða revsaði við lívinum. Eisini vísir bispur á, at hesin revsihátturin ikki hevur virkað so fyribyrgjandi, sum tað kanska hevur verið ætlanin.
?Tann einasta verjan fyri deyðadómi kann vera, at fólk hava tvey alternativ, ið eru deyðarevsing ella lívlangt fongsul, og hetta eru báðir ringir kostir, sigur Hans J. Joensen.
Men persónliga støðan hjá bispinum er greið:
?Sjálvur havi eg onkuntíð hugsað um, hvussu tað mann vera at geva innspræningina. Hetta hevði eg ikki kunna klárað. Gongur tú inn fyri deyðarevsing, so mást tú eisini verða klárur til at útføra straffin, metir bispur.