Kristiligt sjónvarp fimm dagar um vikuna

- Tað krevst ein góð porsjón av idealismu at reka eina slíka kristiliga sjónvarpsstøð sum Iktus. Men hesa idealismuna eiga vit og saman við royndum okkara við útvarpi og tøkni, leggja vit íðin til brots í dag, sigur programleiðarin Anja Hansen. Støðin verður fíggjað við gávum og stuðli frá fólki

Søldarfjørður: - Tú, Jan. Hvar er handa bláa taskan við upptøkutólinum? Hon var her í nátt!

Tað er rokaligt her í miðlahúsinum framvið landsvegnum á Steinamørk í Søldarfirði. Seinastu tíðina hava dagarnar nærum gingið út í eitt.

Bæði um dagin og til langt út á náttina hava tey stríðst fyri at rigga alt til, nú tann fyrsta kristiliga sjónvarpsrásin skal í luftina seinnapartin í dag.

Hóast húsið er væl útgjørt til framleiðslu av útvarpi, skal meiri enn tað til, nú almenna móttøkan og tann fyrsta sjónvarpssendingin verða fyrireikaðar.

- Ja, hetta er ein strævin tíð. Men samstundis er tað øgiliga spennandi at verða við til hetta, sigur Anja Hansen, sum saman við bróðuri sínum, Jan Jacobsen vóru til farin til arbeiðis tíðliga gjáramorgunin.

Tey og mong onnur høvdu arbeitt til langt út á náttina, men hetta forðaði teimum ikki í at vera til reiðar, tá umboð fyri Miðlahúsið í Vágsbotni stukku inn á gólvið.

Her var veruliga nógv eftir at gera, millum annað var stóra upptøkustudio’ið ikki liðugt, eins og ymiskt av teirri tøkniligu útgerðini heldur ikki var sett til – tá!

- Men vit verða til reiðar, tá móttøkan verður, slær Anja Hansen fast.

Í sjónvarpsrásini Iktus fer dentur at verða lagdur á kristiligar sendingar. Og ynski teirra er, at fólk úr so mongum samkomum sum tilber vilja gera sendingar.

- Sohvørt sum áhugin fyri at gera sendingar økist, kunnu vit samstundis víðka senditíðina!


Onnur mentan

Fyri Anju og allar hinar persónarnar aftanfyri nýggju sjónvarpsrásina er greitt, at tey hava eitt endamál við hesi ætlanini: At bera gleðiboðskapin út í Føroyum og uttanlands.

Í hennara tíð sum kontaktpersónur hjá God Channel fekk hon mangan at vita frá fólki, at tey ikki altíð skiltu tað enska málið, sum varð brúkt í sendingunum.

- Hetta gjørdist líkasum ein neyð fyri meg – hetta, at kunna geva teimum føroysku hyggjarunum nakrar kristnar sendingar á teirra egna máli og sum tey kundu skilja, greiðir Anja íðin frá.

Á nýggju sjónvarpsrásini fara tey tí at leggja dent á føroyskt tilfar við føroyskum vertum. Byrjað verður við smáum bitum, men sum seinni kunnu menna seg enn meiri í framtíðini. Avtala er longu gjørd við Svenning av Lofti, eins og við Poul Johan Djurhuus, sum longu hevur gjørt onkra sendingina.

Hvussu nógva senditíð, ið talan kann gerast um, er ilt at meta um í løtuni. Men ætlanin er somuleiðis at seta fleiri føroyingar í sving við at framleiða hesar føroysku sendingarnar.

- Tað er jú eisini tað, at nógv av tí, sum verður sent í God Channel er úr eini aðrari mentan enn okkara. Tær passa líkasum ikki heilt til okkara stíl, og tí hava mong heldur ynskt føroyskt tilfar.

- Hetta ætla vit eisini at leggja størsta dentin á, sigur nýggi programleiðarin.


Fimm dagar um vikuna

Seinnapartin í dag verður so almenn móttøka í miðlahúsinum í Søldarfirði, og her fer ein vertur at standa fyri sendingini.

Henda sendingin varar frá klokkan 15 og til út ímóti klokkan 6, har møguleiki verður hjá gestum at hyggja eftir umstøðunum og annars fáa møguleika at heilsa uppá starvsfólkini.

- Ætlanin er eisini, at onkur teirra sleppa í studio at bera fram eina heilsan til hyggjararnir kring landið, sigur Anja Hansen.

Hetta er so bara tann allarfyrsta sendingin hjá Iktus. Í komandi viku er ætlanin at byrja av álvara, men við varsemi 1 til 2 tímar um dagin fimm ferðir um vikuna – frá mikudegi til sunnudag.

Tey fara at byrja við sendingum klokkan 11 um morgunin, og verður henda endursend seinnapartin og aftur um kvøldið. Sum skilst verður sendingin frá móttøkuni endursend fríggjadagin.

- Men leygardagin og sunnudagin verður okkurt nýtt á skránni, og síðani leggja vit av álvara til brots, sigur Anja Hansen.

Ikki fyrrenn mikudagin í næstu viku koma sendingarnar í regluliga legu.

- Tá fara vit at kunna lýsa við teim sendingunum, sum verða á skránni teir næstu fimm dagarnar.





Tað skal bera til

At reka einhvørja sjónvarpsrás krevst nógv, millum annað peningur. Hesin er eisini ein avgerandi treyt fyri sendingunum hjá Iktus.

Anja og hini hava tí hoyrt mangar ferðir, at fólk seta spurnartekin við, um tað yvirhøvur ber til at reka eina kristiliga sjónvarpsrás í Føroyum. »Verður tað ikki bara so, at tit byrja, men mugu gevast at senda stutt aftaná?«

- Ja, tað eru sjálvandi altíð fólk, sum halda at hetta kann ikki at bera til. Tað søgdu tey eisini, tá vit byrjaðu við Rás2 á sinni, sigur hon avgjørd.

Fólk høvdu helst eisini orsøk til at siga hetta tá, tí stutt frammanundan hevði útvarpsrásin »Atlantic Radio« lagt árarnar inn. Hetta var ikki tí, at fólk ikki lurtaðu, men heldur tí at trupult var at fáa økonomi í raksturin.

Júst hetta við fíggjarstøðuni er eitt, sum fólkini í miðlahúsinum í Søldarfirði eru vitandi um. Og tey hava tí eisini tikið síni varsemisráð í hesum sambandi.

- Eins og vit gjørdu tað við Rás2, so fara vit at leggja varliga út - ikki seta okkum ov høg mál beinanvegin ella spenna bogan ov hart.

- Verður tað ikki gjørt ov kostnaðarmikið, so eigur tað at kunna bera til, sigur Anja Hansen.




- Stór avbjóðing

Tað krevst sjálvandi sítt at vera leiðari fyri eini privatari kristnari sjónvarpsrás í Føroyum.

Hetta er Anja Hansen fult greið yvir, tí sum hon sigur: - Tað er ein stór avgerð at gerast partur av leiðsluni í eini sjónvarpsstøð. Men hesa avbjóðingina taki eg fegin!

Sjálv hevur Anja nærum fingið tann tøkniliga partin av einum miðli inn við móðurmjólkini, í samband við arbeiðið hjá pápanum og brøðrum hennara við Rás2 og sendineti teirra.

Umframt henda partin, hevur Anja altíð hugt nógv eftir útlendskum kristiligum sjónvarpsrásum, og hevur sjálv einar 15-20 slíkar á parabolinum heima við hús.

- Út frá hesum havi eg so gjørt mær nakrar hugsanir um, hvat krevst til eina slíka rás og hvat vit sjálvi kunnu leggja dent á.

- Hetta vóni eg eisini, at hyggjararnir fara at leggja merki til og dáma, sigur programleiðarin á Iktus.







Gomul ætlan gerst veruleiki

Nógv tøknilig útgerð og nógv menniskjanslig orka krevst til at framleiða eina einstaka sjónvarpssending, og nógv meiri av øllum hesum, tá ein hevur sett sær fyri at fara undir eina heilt nýggja sjónvarpsrás.

Hetta eru tey í Iktus fult greið yvir. Er tað nakað sum familja hennara veit alt um, so man tað vera, hvussu ein kann fáa eina útvarpsrás, eitt sendinet og nú eina sjónvarpsrás at virka við lágum kostnaðarstøði, uttan at tað neyðturviliga skal ganga út yvir góðskuna.

Í miðlahúsinum í Søldarfirði hava tey longu nógvar av teimum installasjónunum, sum krevjast til eina útvarpsrás. Men tá talan er um framleiðslu av sjónvarpi, krevst munandi meiri enn til útvarp.

Í eini tvey ár hava tey sett sær fyri at fara undir hetta tiltakið. Og tá Miðlahúsið í Vágsbotni í oktober mánaði í fjør keypti útvarpsrásina Rás2, varð av álvara farið undir hesa ætlanina.

- Í vár varð eg spurd, um eg hevði hug at standa fyri hesi kristiligu sjónvarpsrásini. Og eg svaraði bara játtandi.

- Síðani tá hava vit arbeitt við fullari ferð við hesi ætlanini, sum í dag er vorðin veruleiki, greiðir Anja Hansen frá.

Í leiðsluni fyri rásina er umframt Anju, eisini Randi Jacobsen og Beinta Jacobsen.