Kristin argar Aksel

Avgerðin um at koyra Gerhard Lognberg úr Javnaðarflokkinum hevur higartil ikki skapað ta ró og felags stev í flokkinum, sum formaðurin hevur eftirlýst. Kristin Michelsen umhugsar framvegis sína støðu í flokkinum

Dyggasti stuðulin hjá Gerhardi Lognberg í orrustuni móti floksleiðsluni er tingmaðurin av Tvøroyri, Kristin Michelsen.
- Nei, eg taki ikki undir við at koyra Gerhard Lognberg úr flokkinum, sigur Kristin Michelsen, sum framvegis hevur somu støðu sum áðrenn floksleiðslufundin.
Kristin Michelsen møtti ikki á floksleiðslufundinum leygardagin, men hann gjørdi støðu sína greiða í brævi til floksformannin.
- Nei, eg valdi at fara í hagan í staðin, sigur Kristin Michelsen og greiðir frá, at har vóru nøkur lomb, sum neyðugt var at fara eftir.
Í brævinum til Aksel V. Johannesen eru, sambært Kristini Michelsen, ymisk punkt, har suðuroyartingmaðurin útgreinar síni sjónarmið um flokkin og førda politikkin. Men hann ynskir tó ikki at útgreina innihaldið:
- Nei, tað verður millum meg og formannin, sigur Kristin Michelsen.

Á vippuni
Kristin Michelsen vil hvørki siga, um hann framhaldandi stuðlar flokkinum ella er á veg út úr flokkinum.
- Nei, støðan er tann sama enn. Eg umhugsi mína støðu í flokkinum, sigur Kristin Michelsen við Sosialin fyrrapartin í dag, mánadag.
Blaðið fangar løgtingsmannin í fartelefonini, tá hann er áveg norður á tingfund. Hann sigur seg ikki hava fingið fundarboð frá formanninum.
- Jú, kanska eg fari at práta við hann, nú tingfundur er kortini. Um vit finna eina løtu, leggur Kristin Michelsen argandi afturat.
Fyrrapartin í dag hevði Aksel V. Johannesen einki hoyrt frá sínum tingmanni úr Suðri.
- Men tingbólkurin hevur fund í vikuni, so har fáa vit væl høvið at tosa saman, sigur floksformaðurin.

Óvirkið felag
Eftir at sjey limafeløg hósdagin í síðstu viku heittu á floksleiðsluna um at taka limaskapin frá Gerhardi Lognberg kom Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag aftaná og gav til kennar, at tey høvdu somu støðu sum hini sjey lokalfeløgini. Ein støða, ið Kristin Michelsen tó hevur lítið til yvirs fyri.
- Nei, hatta taki eg ikki fyri fult. Hatta er ikki ein útmelding frá einum virknum felag, sigur Kristin Michelsen og heldur fram:
- Har hevur eingin aðalfundur verið í tvey ár, og bæði formaður og kassameistari eru farin frá. Og varalimirnir vóru ikki innkallað, áðrenn felagið kom við síni fráboðan. So eg yvist stórliga í heimildini hjá teimum at taka eina støðu, sigur Kristin Michelsen.
Løgtingsmaðurin av Tvøroyri sigur seg tó fegnast um, at lokalfelagið um ikki annað nú hevur kallað inn til nýggjan aðalfund at vera seinni í november.