Umstríddi tingmaðurin hjá Javnaðarflokkinum, Kristin Michelsen, er farin norðureftir í dag, men hann er tó ikki farin til Klaksvíkar, har flokkurin, sum hann umboðar í Løgtinginum heldur landsfund og viðger spentu støðuna í Javnaðarflokkinum, sum serliga Kristin Michelsen hevur komið flokkinum í.
Kristin Michelsen boðaði løgmanni í januarmánaði frá, at hann ikki kennir seg bundnan av Javnaðarflokkinum og fer at atkvøða frá máli til mál í Løgtinginum. Orsøkin er, at Javnaðarflokkurin, hevur tikið valdið frá honum í Tvøroyrar býráð. Kristin Michelsen vil hava løgmann at greiða ta fløkjuna. Tann »fløkjan« er, at Javnaðarflokkurin endaði í andstøðu, eftir at Kristin Michelsen stillaði upp á egnum lista og skipaði samgongu uttan um Javnaðarflkkin. Seinni fór eitt av umboðnum av listanum hjá Kristin Michelsen og í part við Javnaðarflokkinum, sum nú hevur skipað meiriluta uttan um Kristin Michelsen.
Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum, segði við útvarpið á middegi, at hann visti ikki, hvar Kristin Michelsen var, ella um hann fór at koma á landsfund hjá Javnaðarflokkinum. Sum skilst hevur Kristin Michelsen ongantíð verið á landsfundi hjá Javnaðarflokkinum hesi seinastu 13-14 árini hann á pappírinum hevur verið javnaðarmaður.
Greitt er ikki, um Kristin Michelsen æltar sær á landsfund. Men vit kunnu staðfesta, at hann er í Stórøllini á Hálsi í Havn, har stóri finaludagurin er, og har føroyameistararnir í badminton, borðtennis og judo verða funnir.
So Kristin er funnin. Kanska er trupulleikin hjá Javnaðarflokkinum Klaksvík eisini funnin, um enn hann ikki er loystur.