Kristin Michelsen heldur øll á pínubeinkinum

Í dag umrøður Løgingið uppskot um at geva samkyndum foreldrum somu rættindi, sum onnur. Men tað verður Kristin Michelsen sum ger av, um tað verður samtykt ella ikki

Løgtingið viðger nú trý uppskot frá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn um at geva samkyndum foreldrum sama rætt sum onnur foreldur hava.

 

Men tað er ein stórur spurningur, hvørja lagnu uppskotið fær. Samgongan hevur 17 tinglimir, men Johan Dahl hevur boðað frá, at hann fer at taka undir við tí, hóast samgongan er ímóti tí.

 

Sostatt eru tað bara 16 atkvøður í samgonguni ímóti uppskotinum og tað merkir, at stendur andstøðan saman, kunnu tey fáa uppskotið samtykt. Men verður uppskotið samtykt við hjálp frá tinglimum í samonguni, er tað greitt, at samgongan verður slitin.

 

Men spurningurin er um andstøðan fer at standa saman. Tað stendur og fellur við Kristin Michelsen, løgtingsmanni fyri Sjálvstýri. Hann leggur dent á, at hann tekur undir við at minnilutar verða javntsettir við onnur. Og hann kennur eisini børn hjá samkyndum, sum hava tað betri enn hjá øðrum foreldrum. Hann hevur somuleiðis gift samkynd par og hann hevur verið í brúdleypi hjá teimum - og tað brúdleypið var ikki verri enn bíbilska brýdleypið í Kána, segði hann á tingsins røðrarapalli.

 

Hann leggur dent á, at hetta snýr seg um rættindini hjá børnunum. Men kortini heldur hann øll á pínubeinkinum, tí hann vil ikki siga, hvat hann fer at atkvøða og sostatt fáa vit einki at vita, fyrr enn atkvøðast skal, nær tað so verður.