Kristin Michelsen varð valdur á listanum hjá Javnaðarflokkinum á seinasta løgtingsvali, men fyrr í ár varð hann koyrdur úr Javnaðarflokkinum og sleppur tí ikki at stilla uppaftur fyri flokkin.
Stórur spenningur hevur tí verið um, hvørt Kristin Michelsen ætlar sær at stilla uppaftur til løgtingsvalið. Í morgin klokkan 18 skulu listarnir vera inni, og tí verður hildið, at Sjálvstýrisflokkurin er seinasti møguleikin hjá Kristini Michelsen, um hann skal á listan hjá einum av verandi flokkunum á tingi.
Á tíðindafundinum hjá Sjálvstýrinum í gjár vildu umboð floksins ikki svara upp á spurningin. Og tá in.fo spurdi skrivara floksins, Lassa Klein, í morgun, segði hann seg onga viðmerking hava til, um Kristin Michelsen fer at stilla upp fyri Sjálvstýrisflokkin. Men hann váttaði, at fimm valevni afturat eru komin á listan síðani tíðindafundin í gjár.
Men um so verður, at Kristin Michelsen verður á listanum, so kann hann vera bjargingin hjá flokkinum, sum hevur ligið lágt í veljarakanningum.
Men tað kann eisini vera, at Kristin Michelsen ger Jógvani Skorheim eina bjarnatænastu, um hann stillar upp fyri Sjálvstýrisflokkin. Tí fær flokkurin bara eitt umboð valt á ting, so kann tað eins væl vera Kristin Michelsen sum Jógvan Skorheim, ið verður einasta umboð floksins á tingi.
Á seinasta løgtingvsvali fekk Kristin Michelsen 302 atkvøður á javnaðarlistanum. Jógvan Skorheim fekk 389 atkvøður á sjálvstýrislistanum. Men okkurt bendir á, at Jógvan Skorheim hevur lækkandi undirtøku á heimavølli í Klaksvík, tí á Fólkatingsvalinum fekk hann bara 74 atkvøður í heimbýnum. Á fólkatingsvalinum í 2015 fekk hann 124 atkøvður í Klaksvík. Tað er ein afturgongd upp á 40 prosent. Sjálvstýrisflokkrin gekk 2,3 prosentstig aftur í Klaksvík.
Heldur tann støðan eisini til løgtingsvalið, at Jógvan Skorheim missir 40 prosent av sínum persónligu atkvøðum í Klaksvík, so fær hann bara 135 atkvøður í Klaksvík, og harvið kann tað gerast Kristin Michelsen, sum einsamallur mannar Sjálvstýrisflokkin á tingi eftir løgtingsvalið.