Kristin Michelsen sigur beinleiðis ósatt

Tað er ikki eftir kravi frá honum, at játtanin til Hvalbiartunnilin er hækkað. Tvørtur ímóti hevur hann góðtikið, at hon skuldi verða lægri sigur Kristina Háfoss

Kristin Michelsen sigur ósatt, tá ið hann sigur, at tað er eftir kravið frá honum, at játtanin til Hvalbiartunnilin er hækkað. Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

 

Á fíggjarlógini, sum varð løgd fyri Løgtingið, stendur, at 30 milliónir skulu játtast til Hvalbiartunnilin næsta ár, men meirilutin í Fíggjarnevndini hevur hækkað hetta talið upp í 49 milliíonir fyri at fáa arbeiðið at ganga skjótari.

 

– Men tað var ikki tí at Kristin Michelsen kravdi tað, sigur Kristina Háfoss. Hon sigur, at tvørturímóti hevur Kristin Michelsen, á hvørjum ári, atkvøtt fyri íløguætlanini hjá samgonguni, og har java 30 milliónir verið settar av til Hvalbiartunnilin næsta ár.

 

– Nógvar stórar verkætlanir eru í gerð, bæði Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, umframt Landssjúkrahúsið, nýtt havrannsóknarskip og vegagerðir kring landið. Harafturat skuldi peningur setast av til nýggja tunlasjakkið hjá Landsverki, vísir landsstýriskvinnan á.

 

– Tí hevur tað alla tíðina verið greitt, at rúm fór ikki at vera fyri at fara undir Hvalbiartunnilin fyrr enn næsta ár, og í hesum sambandi hava 30 milliónir krónur verið settar av til endamálið næsta ár. Øll samgongan tók undir við hesum, eisini Kristin Michelsen, og soleiðis vórðu játtanarkarmarnir samtyktir.

 

 

Les eisini: Míni krøv hava verið rættiliga rímilig

 

 

Tá ið Løgtingið samtykti at gera Hvalbiartunnilin, varð mælt til, at 50 milliónir vórðu settar av til arbeiðið næsta ár. Men tað varð samstundis upplýst púra greitt, at hetta var ikki í samsvari við íløguætlanina hjá landsstýrinum, sum Kristin Michelsen hevur atkvøtt fyri. Og tað er sjálvandi íløguætlanin, sum má fylgjast, sigur Kristina Háfoss

 

– Tí er tað beinleiðis ósatt, tá ið Kristin Michelsen førir fram, at Fíggjarmálaráðið hevur skert játtanina til Hvalbiartunnilin. Hann hevur nevniliga verið fult vitandi um, og hann hevur sjálvur samtykt, at 30 milliónir vóru settar á íløguætlanini hjá samgonguni fyri næsta ár.

 

Kristina Háfoss sigur, at kortini hevur samgongan arbeitt fyri at hækka játtanina til Hvalbiartunnilin næsta ár, soleiðis at tað verður skjótari at gera hann. Hetta er tí, at tá ið arbeiðið at bora Hvalbiartunnilin er liðugt, verður farið undir Tunlarnar Norður um Fjall beinanvegin. So tess skjótari, Hvalbiartunnilin er liðugur, tess skjótari slepst undir tunlarnar Norður um Fjall.

 

Sosatt eru vit í samgonguni komin ásamt um, at at hækka játtanina til Hvalbiartunnilin úr 30 milliónun næsta ár, upp í 49 milliónir krónur. Tað er er sostatt ikki eftir kravið frá Kristini Michelsen, at játtanin verður hækkað, tí tað er ein semja í allari samgonguni, sigur Kristina Háfoss.