Kristin: Sjálvandi trúði eg upp á hetta

Tað var ein varin Kristin Michelsen, valevni hjá Sjálvstýri, ið Miðlahúsið fekk orð á, aftaná at Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri, metti, at hann misti sín sess, meðan Kristin Michelsen verður einasti tingmaður hjá Sjálvstri.

Sjálvur vildi hann ikki taka nakað fyri givið fyrr enn endaligu úrslitini vóru klár, men góða persónliga úrslitið kom ikki óvart á hann.

- Sjálvandi hevði eg væntað hetta. Annars hevði eg ikki fara í holt við tað. Men tað var aldrin nakar tanki hjá mær at koppa Jógvan Skorheim, sigur Kristin Michelsen, ið eisini sendi eina heilsan til Javnaðarflokkin, sum fyrr í valskeiðinum koyrdi hann úr flokkinum.

- Tað er so týðiligt, at Javnaðarflokkurin á Tvøroyri misti tað, ið eg fekk. Tað skuldi onkur klokka ringt hjá Javnaðarflokkinum nú.