Ein nýggj fløga, ið ber heitið ?Rósa?, er júst komin á marknaðin. Tað er kenda klaksvíkgentan, Kristina Heldarskarð, sum hevur verið í Studio Pegasus í Klaksvík, og har sungið inn tíggju løg.
Hon hevur fingið hollan stuðul frá góðum tónleikarum og sangarum, t.d. Ingi Isaksen, Pætur við Keldu, Ólavi Øster, Jens Aksel Heldarskarð og Alexi Bærentsen.
Fløgan hevur fingið heitið ?Rósa?, sum eisini er fyrsti sangurin á fløguni. Steintór Rasmussen hevur umsett vakra lagið, sum Bette Midler bar fram í filminum The Rose, har hon hevði leiklutin sum amerikanska sangarinnan Janis Joplin.
Innihaldið er annars sera fjølbroytt. Bæði kendar enskar og føroyskar landaplágur finnast á fløguni, sum t.d. ?Crazy? hjá Patzy Klein, ?Blue Bayou? hjá Roy Orbinson og ?Here There And Everywhere? hjá The Beatles. ?Til Sjómannin? er eitt lag, sum Jens Aksel Heldarskarð hevur gjort bæði lag og orð til. Hesin sangurin fellir sera væl í oyruni, og hevur møguleikar sum landaplága í framtíðini.
Kristina Heldarskarð hevur seinastu fýra árini sungið og framført í nærum hvørjum króki í Danmark saman við Axel Eysturstein, men hóast tey eru búsitandi í Keypmannahavn, hava tey við jøvnum millumbilum vitjað heima í Føroyum, her tey hava sungið og spælt í teimum størru bygdunum. Í felag nevna Kristina og Axel seg ?Fuse? (á føroyskum ?Fjús?).
Kristina er millum kendu og royndu songrøddirnar í Føroyum, og fløgan verður óivað ein, ið verður at hoyra framyvir.
Tutl gevur út og fløgan fæst kring landið.