Kristina Háfoss, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, fýlist á framferðina hjá landsstýrinum í sambandi við fleiri av teimum tingmálunum, ið eru á skrá nú í desember.
Kristina Háfoss hevur sett Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, grein 52a fyrispurning, har spurt verður, hví fleiri stórmál verða skundað ígjøgnum í desember mánaði í ár, og hví tað ikki er møguligt hjá andstøðuni at fáa neyðugu haldførisútrokningarnar til vega.
Ítøkiliga hugsar Kristina Háfoss um broytingar í pensjón og fiskivinnu, og í tí sambandi vil Kristina Háfoss eisini hava at vita, hvørjar fíggjarligar avleiðingar eru fyri bæði land og kommunur hvør sær.
- Tykist sum einasta endamálið er at forða fyri, at Løgtingið og almenningurin fáa neyðugu tíðina at viðgera málini. Tí hví skulu tey annars skundast ígjøgnum, uttan hoyringar, uttan neyðugar útrokningar av fíggjarligum avleiðingum, og uttan neyðugu viðgerðina í løgtingsnevndunum, spyr Kristina Háfoss í viðmerkingunum.
Kristina Háfoss vísir á pensjónsnýskipan, sum eitt av stórmálunum, sum hon metir verða trýst ígjøgnum skipanina. Kristina Háfoss finst at, at ongar haldførisútrokningar eru av uppskotunum, og at tí ber ikki til at siga við vissu, hvat uppskotini fara at kosta landskassanum komandi árini.
- Málið hevur heldur ikki verið til hoyring, áðrenn tað varð lagt fyri Løgtingið, og nú málið hevur verið til viðgerð í Løgtingsins Fíggjarnevnd og Trivnaðarnevnd, hevur ikki verið møguligt at fáa neyðugu viðgerðina og neyðugu upplýsingarnar fram.
- Løgtingið eigur altíð at taka avgerð á fult upplýstum grundarlagi. Tað er ikki møguligt í samband við pensjónsmálini, tí Løgtingið fær ikki neyðugu upplýsingarnar. Hetta er ein stórur fólkaræðisligur trupulleiki, sigur Kristina Háfoss.
Fyrspurningurin hjá Kristinu Háfoss er soljóðandi:
1. Hví skulu stórmál, so sum umfatandi broytingar í pensjón og fiskivinnu, trýstast og skundast ígjøgnum Løgtingið í desember 2019?
2. Hví er ikki møguligt hjá andstøðuumboðum í Løgtingins Fíggjarnevnd at fáa neyðugu haldførisútrokningarnar, hóast biðið er um hesar?
3. Hvør er samlaði kostnaðurin fyri landskassan og kommunurnar (býtt á kommunur) av teimum trimum pensjónsuppskotunum, ið landsstýrið hevur lagt fyri Løgtingið, tá tey eru sett í verk, umframt ár 5,10,15, 20 og 25?
4. Hvussu ávirka lógaruppskotini fíggjarliga haldførið komandi árini, samsvarandi tí haldførismyndli, ið hevur verið brúktur í sambandi við pensjónsnýskipanararbeiðið? Í mió. kr. og í % av BTÚ, ár 5, 10, 15, 20 og 25?
5. Kommunurnar missa við uppskotunum stórar inntøkur. Er ætlanin at veita kommunum endurgjald fyri mistu inntøkurnar? Um so er, hvussu?
6. Pensjónsnýskipanin varð samtykt í fjør við semju tvørtur um samgongu og andstøðu. Hví er ongin roynd gjørd at fáa semju um broytingar, nú umfatandi broytingar aftur verða framdar?