Kristina og Jógvan stríðast fyri íslendskum sigri

Í kvøld verður finalan í íslendsku Eurovision kappingini. Tveir føroyskir sangarar verða partur av finaluni. Kristina Bærendsen er solistur í kappingini, og Jógvan Hansen er kórsangari.

Kristina Bærendsen syngur sangin »Mama Said«. Sangurin kom í fyrsta umfari ikki víðari frá innleiðandi kappingini, men hann fekk eitt sonevnt »wild card« eftir bæði innleiðandi umførini, og tí hevur Kristina Bærendsen kjans at vinna íslendska Grand Prixið í kvøld.

Friðrik Ómar syngur sangin »What If I Can’t Love«. Hann kom í finaluna frá seinna innleiðandi umfarinum. Jógvan Hansen og Friðrik Ómar hava samstarvað nógv um tónleik seinnu árini, og Jógvan Hansen er ein av kórsangarunum hjá Friðrik Ómar í kvøld.

Finalan í íslendska Eurovision verður í kvøld kl 19:45 og kann síggjast á RUV og í KvF.