Tað er týskvøldið í næstu viku, at kendi amerikanski gospelsangarin David Phelps saman við orkestrinum, sum hann hevur við sær úr USA, fer á pallin í Kelduni í Skálafirði.
Nú boða fyrireikararnir frá, at tað umframt amerikumannin saman við orkestrinum verður høvi at hoyra føroyskar sangarar. Klokkan 20 fara Kristina Bærendsen og vokalbólkurin S7EY at hita upp.
Kristina er ein av stjørnunum á føroyska sangpallinum. Fyri stuttum gav hon út fløgu, sum er seld í fleiri enn túsund eintøkum.
Tá ið Kristina fer av pallinum, fer vokalbólkurin S7EY á pallin at syngja nakrar av sínum inniligu og væl harmoniseraðu sangum. Hesin bólkurin hevur sungið nakrar ferðir seinastu mánaðirnar. Í bólkinum eru Hervør á Torkilsheyggi, Dania Tausen, Olivia Tausen, Randi Hansen, Oddmar Tausen, Óla Kristian á Torkilsheyggi og Símun J. Hansen.
Myndin av S7EY varð tikin av Jóannesi S. Hansen á sangløtu á Eystanstevnu leygarkvøldið 15. juni.