Kristina úr Runavík er borgarstjóri í Nordkapp

Borgarstjórin í Nordkapp kommunu í Noreg var í føroyskum klæðum í skúðgongu í Oslo í dag í sambandi við 200 ára haldið fyri grundlógini

Føroysku klæðini vóru eisini umboðað á stóra hátíðarhaldinum í Oslo í dag, nú norska grundlógin verður 200 ár.

 

Kristina Hansen er ættað úr Runavík, og er í dag borgarstjóri í Nordkapp kommunu. Hon gekk í skrúðgonguni eftir kendu høvuðsgøtuni, Karl Johans gate, í føroyskum klæðum, tá Heðin Mortensen fekk orðið á hana.

 

Heimasíðan hjá Tórshavnar kommun skrivar, at føroyingar eru allastaðni:

 

– Tí var tað eisini serliga stuttligt at síggja ein føroying í føroyskum klæðum til hesar hátíðarligu dagarnar í Oslo. Vit fingu eitt gott prát um føroysk viðurskifti, sigur Heðin Mortensen.

 

Kristina Hansen hevur verið í kommunalpolitikki í Nordkapp kommunu síðani 2003. Og síðani 2007 hevur føroyingurin verið borgarstjóri. Kristina Hansen hevur búð í Nordkapp kommunu í Finnmørkini síðani seinast í 80'unum.

 

Borgarstjórin í Nordkapp er vald í býráðið fyri Arbeiðaraflokkin.

 

Heðin Mortensen er í norska høvuðsstaðnum í sambandi við stórt hátíðarhald, nú grundlógin hevur verið grundarlagið undir samfelagnum síðani 1814. Heðin Mortensen kemur aftur til Føroya í morgin.