Kristinbjørg fyribilsstjóri

Kristinbjørg Høgnesen tekur fyribils við sum skúlastjóri á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.

Jákup Andreasen, sum hevur verið skúlastjóri í meira enn 24 ár, hevur fingið farloyvi í eitt ár. Eftir summarfrítíðina tekur Jákup Andreasen við sum stjóri á skúlanum hjá Dugna við Áir.

Tí hevur Mentamálaráðið fyribils sett Kristinbjørg Høgnesen í stórasessin á Fiskivinnuskúlanum. Fyribilsstarvið er galdandi í eitt ár.

Kristinbjørg Høgnesen er útbúgvin cand. mag. í føroyskum og enskum, og hon hevur undirvíst á Fiskivinnuskúlanum síðan januar 2011.