- Almennu Føroyar bjóða flestu útbúgvingar ókeypis. Stóra undantakið er koyrikortið, sum verður tikið á privatskúlum. Hóast vit eru sera heppin við dugnaligum koyrilærarum, ið seta trygd og dygd í hásæti, so er skipanin óheppin á mangan hátt. Soleiðis skriva Kári á Rógvi og Kári P. Højgaard í viðmerkingunum til lógaruppskotið um at frálæran til koyrikort skal gerast almenn.
Í viðmerkingunum til uppskotið stendur ósemja millum koyrilærarar millum tey atlit, ið eru tikin fyri uppskotinum.
»Støðan í dag er ikki góð. Vit hoyra, at ymiskt er, hvussu skipaða lesiætlanin verður umsitin, vit síggja á heimasíðu hjá koyriskúla, hvussu ósamdir koyrilærarar eru, og hvussu funnist verður at frálæruni hjá øðrum lærarum. Verður hetta tikið fyri fult, er neyðugt at fáa eina skipaða frálæru, sum kemur undir alment eftirlit skjótast gjørligt, tí tað er sera umráðandi, at vit fáa so góðar bilførara sum gjørligt.«
Hetta má skiljast sum at Sjálvstýrisflokkurin nú leggur seg út í ósemjuna millum koyrilærarar sínamillum og Akstovuna.
Víðari stendur soleiðs. »Tekur tað almenna sær av frálæruni eftir einum leisti, fáa vit eina eins skipaða fálæru. Tá vita vit, at øll, sum fáa koyrikort, hava fingið somu frálæru eftir teirri tíð, ið hvørjum einstøkum tørvar fyri at gerast ein góður bilførari. Tá er tað ikki kostnaðurin, ið ger av, hvussu frálæran verður.«