Fyrst av øllum vil eg takka fyri heiðurin, og fyri at tit valdu at geva mær henda øðrvísi riddarakrossin. Eg skilji, at mótstøða hevur verið ímóti hesum tiltakinum. Til mótstøðufólkini er boðskapurin, at man kann taka lívið ov álvarsliga.
Tora at vera egin
Tað er gott, at tit í bólkinum 200 hava dirvi at vera, sum tit eru, at tit standa við tykkara sjónarmið. Øll skulu ikki setast í bás. Tað er ein misskiljing, at eingin skal sleppa at vera ein óslípaður diamantur.
Tí skal mín áheitan á tykkum í 200 vera, at tit halda áfram at vera, sum tit eru. Verið ein krittikari – ein sangfuglur, sum ikki verður kiptur – óansæð hvat onnur so munnu halda um tykkum.
Politiskar ósemjur
skulu til
Nakað dulsmál er tað tó ikki, at eg sjálvur og bólkurin 200 eru rættiliga ósamdir politiskt. 200 heldur, at eg líði undir einum “Stokkholmssyndromi”, har eg eri farin at elska mín gíðslatakara, Danmark. Mín hugsan er, at 200 líður undir “Misskiltu Nationalismuni”, har fólk fegin ofra føroyska fólkið eins og finnur í einum talvi, har vælferðin í samfelagnum gjarna má falla munandi, alt fyri loysingini.
Soleiðis eigur politikkur væl saktans at vera. Vit eru samd um at vera ósamd um summi øki, meðan man saktans kann samstarva á øðrum økjum. Júst kjakið um málini og samstarvið um loysnirnar bera landið fram á leið.
Soleiðis var mín hugsan eisini, tá eg kom inn í politikk fyri umleið tveimum árum síðani, og tað er framhaldandi mín hugsan um, hvussu politikkur eigur at vera.
Tó eri eg fullgreiður yvir, at hetta er ein naivur hugsunnarháttur, tí politikkurin í dagsins samfelag í Føroyum er als ikki soleiðis.
Politiskur naivitetur
Tá man fer upp í politikk, hevur man lyndi til at vera naivur og heldur, at her er man settur til at røkja eina uppgávu fyri føroyingar, fyri Føroya Land. Saman við øðrum skal man royna at finna leiðina sum ber Føroyar framá. Vit skulu loysa trupuleikar, samfelagið er í, og seta tær loysnir í verk, sum tæna Føroyum best.
Sjálvsagt er man greiður yvir, at kompromissir skulu til, tí fólk hava jú ymiskar áskoðanir um málini. Áskoðanin um loysing/samband ella høgra/vinstra kann jú gera, at tú ikki fært júst ta loysnina, tú kundi ynskt tær. Men øll eru væl samd um, at málið má vera at bera landið fram á leið, tó at vit ikki eru samd um, júst hvussu tað skal gerast.
Soleiðis er politikkur í Føroyum í dag slettis ikki – tíverri!
Gomlu politikararnir bremsa
Veruleikin er, at har sita nakrir gamlir politikarar, ið hava sum fremstu uppgávu at steðga teimum sunnu broytingum. Orsøkin er helst ræðslan fyri, at um onkur fær nakrar broytingar ígjøgnum, sum muna nakað, so fara teir sjálvir at sita í ringum ljósi.
Gomlu politikarar brúka øll politiskt kneb til at forða broytingum. Teir eru gamlir og vandir, so kenna teir flestu knebini og duga at brúka tey. Tí eyðnast sum oftast hjá teimum at steðga framburðinum.
Miseydnast hjá gomlu politikarunum at steðga framburðinum, síggja vit ofta, at teir skunda sær at taka loysnina til sín og lata sum um, hon er sítt egna barn. Á tann hátt vilja teir verða verandi í góða ljósinum.
Hesir politikarar eru ein deyðvekt í føroyskum politikki. Eg síggi fyri mær eitt skip, sum siglir við akkerinum úti. Tað er sum at koyra bil við hondbremsuni uppi.
Broytingar mugu til
Skulu vit framá í Føroyum, mugu vit gera tingini øðrvísi enn í dag.
Gera vit alt soleiðis, sum vit altíð hava gjørt, so fáa vit tað, sum vit altíð hava fingið.
Fokus má vera á tað, ið er til gagns fyri land og fólk, og tað, sum ber landið fram á leið. Fokus skal frá persónligum og serligum ahugamálum hjá einstøkum politikkarum.
Fyri góðan ordan skyld skal eg viðmerkja, at ikki allir gamlir politikkarar eru bremsur. Einstøk undantøk eru – men tey eru fá.
Ein avbjóðing til 200
At enda, skulu tit í 200 enn eina ferð hava takk fyri henda øðrvísi riddarakrossin.
200 er eitt provokerandi tjóðveldisorkestur, sum spælir punk-rock tónleik, sum eg ikki rættiliga skilji, og eg dugi ikki ordiliga at syngja við uppá sangirnar. Stundum er ringt at finna rútmuna.
Tí vil eg her geva 200 eina avbjóðing á sama hátt, sum teir góvu mær eina avbjóðing við at bjóða mær ein riddarakross við áskriftini “Stokkhólmssyndromið” á Grundlógardegnum.
Í byrjanini av juli verður stór familjulega inni á Selatrað, har skótarnir bjóða øllum í Føroyum at sova í telti og liva sum skótar í fýra dagar. Sjálvur eri eg skóti, og tí haldi eg avbjóðingina vera stuttliga.
Tá legan er komin í helvt – tann 4. juli – verður hátíðarhald á Selatrað í sambandi við, at skótarnir yvirtaka legubálsøkið, sum er sett í stand og er nú nokk flottasta legubálsøki í Norðanlondum.
Í sambandi við hátíðarhaldið – 4. juli – Fourth of July – tað er á sjálvum amerikanska loysingardegnum – verða røður og annað. Har skal mín avbjóðing til 200 vera, at bólkurin kemur inn á Selatrað og spælir ein danskan sang hjá Bamses Venner: “På en bænk i Kongens have”.
So fáa vit at síggja, um teir eisini duga at spæla tónleik, ið fólk flest skilja og kunnu syngja við uppá. Har fólk kunnu klappa við uppá rútmuna. Samstundis síggja vit, um tjóðveldistungurnar hjá teimum eru førar fyri at syngja á donskum.
Takk fyri.