Í næsta mánað eru 20 ár, síðani Kroatia sleit seg leyst frá Jugoslavia, og nú vóna kroatar, at teir kunnu halda 20 ára dagin við at fáa limaskap í Evropasamveldinum. Forsætisráðharrin, Jadranka Kosor, hevur sagt fleiri ferðir, at nú hava partarnir tingast næstan seks ár um treytirnar fyri limaskapi, at seinasti fundur kann haldast í næsta mánað.
Meiningakanningar hava leingi víst, at meiriluti er fyri at fara upp í ES, men hann er tódnaður í seinastuni. Sambært teirri seinastu kanningini eru 44,6 prosent fyri at fara upp í ES, og 41,8 prosent eru ímóti. Hini ivast.
Enn er Slovenia tað einasta av teimum gomlu Jugoslavia-londunum, sum hevur fingið limaskap í ES.